Tað er uttan iva mest spennandi uppgerðin í bestu kvinnudeildini í flogbólti um vikuskiftið.
TB hevur fyri fáum vikum síðani við sigri á Mjølni bart seg heilt upp undir liðina á oddaliðnum, sum annars ikki tóktist vera at taka.
Ávegis hevur TB tó havt tað trupult í nøkrum dystum, og onga ferðina so trupult, sum tær høvdu tað á heimavølli móti Drátti. Ta ferðina var Dráttur á odda 2-0 í settum, men TB fekk tó strítt seg upp, soleiðis at stigini vórðu fingin til høldar.
So er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út, nú øvuti dysturin stendur á skránni. Dráttur hava í ár sýnt sera óstøðug avrik, men er lagið gott, so fara tær heilt víst at geva TB eina skarpan gang.
Favorittar
Tað hevði Mjølnir helst einki havt ímóti, tí ivaleyst vildi tað inniborið, at klaksvíkskvinnurnar aftur kunnu standa einsammalar á ovastu rók, tá grundspælið er av.
Sjálvar fara tær á vitjan í Hoyvíkarhøllini, og lítið er at ivast í, at Mjølnir eru favorittar til hendan dystin. Eisini hóast tær ikki hava sýnt so framúrskarandi avrik seinastu tíðina.
Seinasti dysturin er sunnudagin, tá ÍF og SÍ skulu dystast. Enn hevur SÍ ikki fingið nakað stig til høldar, og tí er einki at ivast í, at ÍF ætlar sær stigini. Serstakliga um tær skulu gera álvara av ætlanunum um at leggja seg út í stríðið um bronsukrónurnar.
Hjá monnunum er ein dystur eftir at leika, áðrenn farið verður í vetrarfrí. Hann verður mikudagin millum ÍF og SÍ.










