TB lá eftirá í Gundadali

Millum kendu andlitini á HB liðnum vóru fjakkarnir báðir, Páll M. Joensen og Hanus Thorleifsson, meðan fyrrverandi HB verjuleikarin, Rasmus Nolsøe, var at síggja á bonkinum hjá barndómsfelagnum TB.

 

TB kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá HB málverjin, Marcin Dawid, ikki fekk rudda burtur í egnum brotssteigi. Bólturin endaði fyri føturnar á Rógva Joensen, sum skoraði trygt.

 

HB svaraði aftur, tá liðskiparin, Atli Mikkelsen, varð feldur í brotssteiginum. Bárður Mortansson umsetti brotsparkið til mál.

 

Í seinna hálvleiki kom so Rasmus Nolsøe á vøllin fyri TB, men tað var HB, ið fekk mál. Eitt skjót álop endaði við, at Páll M. Joensen legði bóltin innfyri til Bárður Mortansson, sum legði HB á odda 2-1.

 

HB hevði tveir stórar møguleikar at økja, men inn vildi bólturin ikki. Seinastu løtuna tók TB yvir og vóru nær við at javna. Fyrst rakti Joseph Y. Bassene tvørstongina og løtu seinni bjargaði Marcin Dawid væl, tá tvøramenn vóru leysir úr spískum.