Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð síðani 16. mai eydnaðist tað sunnudagin hjá TB at vinna landskappingardyst, og eins og tað var ta ferðina, so var tað aftur GÍ, sum noyddist av Sevmýri uttan stig.
Skuldu átt fleiri mál
Og sum so vóru fortreytirnar hjá TB greiðar undan dystinum. Komu trý stig ikki á kontina, so kundi liðið at kalla veittra farvæl til vónina um bólt í Formula-deildini komandi ár, so tað var at kalla riggað til til álopsfótbólt hjá heimaliðnum.
Við lotinum í ryggin byrjaði TB eisini bragdliga. Oftani varð roynt at spæla skjótt yvir um kantarnar hjá gestunum, og tær ferðirnar, sum vindurin ikki førdi bóltin av baklinjuni, megnaðu teir eisini at skapa nakrar vandastøður.
Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hol kom á. Dejan Tomic sendi hornaspark innfyri, og eftir at Aca Petrovic í fyrstu atløgu hevði stútað upp undir tvørtræið, fekk Hallur Christiansen trýst bóltin seinasta pettið í kassan.
Gøtumenn vóru enn ikki komnir veruliga við í dystin, og vertirnir trýstu eisini av øllum alvi, soleiðis at tingini kundu setast upp á pláss alt fyri eitt. Teir kendu seg eisini av røttum snýttar fyri upplagt brotsspark, tá beinini vórðu mest sum sparkaði undan Allani Poulsen, og ta einu ferðina stýrdi Hallur Christiansen góðum innleggi á stólparótina.
Hinvegin var GÍ eisini um at rakna við. Sámal Joensen hevði framúr fluktara eftir horna, men bólturin small á stongina, og so líðandi høvdu gestirnir hug at yvirtaka tað mesta av spælinum. Talan gjørdist kanska ikki um teir opnu møguleikarnar, men tá liðini fóru inn at hvíla seg, stóð alt framvegis púrasta opið. Og mong av heimaáskoðarunum mundu sita við kensluni av, at tað kundi kosta dýrt, nú lið teirra ikki hevði tikið av møguleikunum.
Dýrir deyðbóltar
Og GÍ helt á fram við skilagóða spælinum, tá komið var út til seinna hálvleik. Heldur enn bara at trýsta undan vindinum, so varð roynd at spæla flatt niðaneftir. Nakrar ferðir eydnaðist eisini at fáa fríspark í vandamiklum støðum, men úrtøka fekst tó ikki burtur úr hesum.
Tolin trívst, verður sagt, og tað eydnaðist eisini gøtumonnunum at koma upp á javnt, tá eitt lítið korter var eftir av dystinum. Í nærdysti við Aca Petrovic varð Áslakur R. Petersen trýstur um koll, og so peikaði dómarin beint á brotssparksblettin. Og so munaði tað lítið, at heimaliðið mótmælti. Brotssparkið stóð við, og tá Sámal Joensen setti hetta trygt í netið.
Og so tóktist TB veruliga at falla saman. Eina løtu vildi hvørki eitt ella annað bera til hjá liðnum, og hevði innskifti Krzystof Popczynski gjørt skjótari av, var hann púrasta leysur ta einu ferðina. Men at viljin var til staðar hjá heimaliðnum, sást á øllum brøgdum. Enn einaferð spann øði í spælararnar, tá Óli Johannesen helt seg eiga brotsspark, og fleiri ferðir vóru frustratiónirnar á liðnum heilt sjónligar.
Men bjargingin kom tó, tá bara fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Heldur óneyðugt gjørdu gøtumenn fríspark í høgra borði, og so var aftur vandi á ferð. Bæði tí TB hevur fleiri spælarar, sum eru sera sterkir í slíkum støðum, og ikki minst, tí gøtumenn í ár hava sýnt nakrar óvanliga stórar veikleikar við deyðbóltum. Og soleiðis var aftur hesaferð. Í fyrstu atløgu varð bólturin stútaður á stólpan, og í trunkanum endaði alt síðani við, at Aca Petrovic kundi skumpa bóltin seinastu sentimetrarnar inn um strikuna til ovur stóra gleði fyri bæði spælarar og áskoðarar.
GÍ mundi kenna á sær, at uppgávan nú var vónleys, og tó at teir royndu at flyta fólkið fram, so tóktist tað ikki meira enn hálvhjartað. Og tá klokkan so var farin um teir 90 minuttirnar, kom mønustingurin. Spælt varð upp í høgra borðið, har Tomic smoygdi sær inn um verjuna, og av baklinjuni rullaði hann út til púrasta leysa Hall, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av at senda bóltin í kassan.
Línan heldur
Tað er helst óneyðugt at staðfesta týdningin, sum tey trý stigini hava fyri TB, sum nú av ávara er farið undir bjargingarroyndina. Við bara tveimum stigum upp til VB, man hugurin at taka ímóti Skála komandi vikuskiftið í øllum førum vera batnaður munandi. Og fyri áskoðararnar mundi tað eisini vera hugalig staðfesting, at stigini vórðu fingin til høldar við spælið, har tað fyrst og fremst ráddi um at skora, og í aðru atløgu um at verja. Tað gav í hesum førinum ein uppibornan sigur, sum við eitt sindur størri neyvleika og hepni væl kundi verið størri.
Hjá GÍ stendur hinvegin einki til nú. Enn heldur liðið sær oman fyri strikuna, men munurin niður til næstu liðini tykist av álvara at tódna.
Og so skert ikki burtur, at liðið hevur havt óvanliga stórar trupulleikar av deyðbóltum í ár. Hesa ferð kostaði tann veikleikin tvey mál, sum hvør í sínum lagi høvdu hug at taka luftina úr liðnum. Tað eru ráðini neyvan til í seinastu truplu dystunum, sum allir eru móti liðum í topp-5 á stigatalvuni.