TB koyrir á

2. deild: Hóast tað móti endanum varð spennandi, so fekk TB aftur fulla úrtøku

TB-EB/Streymur 2-1

(1-1)


Síðani tvørámenn í 1996 duttu úr bestu deildini, hevur leiðin uppaftur tykist teimum sera tung, men nú byrjar framtíðin kanska at síggja ljósari út.

Í øllum førum megnaðu teir eisini í næsta umfarinum í landskappingini at fáa fulla úrtøku, og hóast spælið enn ikki hevur verið sannførandi, so eru seks stig ikki at forakta eftir tey bæði fyrstu umførini.


Veteranur sum stuðul

Leygardagin høvdu teir vitjan av einum EB/Streymi, ið eins og TB, er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, sum í stóran mun er samansett av blaðungum leikarum.

Tá útiliðið legði seg á odda, var tað tó ikki ein av ungu leikarunum, sum gjørdi um seg, men hinvegin ein rættuligur veteranur. Fyrra partin av nítiárunum var Jón Sigurd Gleðisheygg ein av stuðlunum í miðverjuni hjá GÍ liðnum, sum setti sín dám á tíggjuáraskeiðið, men síðani tá hevur hann havt tað heldur róligari á aðrudeildarliðnum hjá gøtunum.

Í ár hevur hann so valt at hjálpa felagsliðnum EB/Streymi, og einki er at ivast í, at hetta er ein hollur stuðul hjá ungu og óryndu liðfeløgunum hansara. Málið kom, tá hann brádliga varð leiktur leysur, og einsamallur við málverjanum setti hann bóltin trygt í netið.

Eftir hetta leikaði framvegis javnt á, men nakað fyri hálvleik eydnaðist tvørámonnum at javna, tá Dan Mortensen fangaði eina ov veika afturlegging, og sostatt slapp at halda beina leið móti málinum.


Ov langt aftur

Sambært venjaranum hjá EB/Streymi, Bergi Magnussen, var tað als ikki tilætlað, men frá byrjan av seinna hálvleiki vóru teir á útiliðinum nógv meira verjukendir enn teir høvdu verið í fyrra hálvleiki.

Hetta førdi eisini við sær, at TB nú hevði nógv lættari við at trýsta spælið oman móti mótstøðumálinum, og skaptu teir sær sostatt fleiri góðar møguleikar. Endin varð eisini, at ein av hesum møguleikum gav mál. Óli Johannesen varso at siga púra leysur, men í fyrstu atløgu fekk málverjin vart fyri. Eftir at bólturin síðani varð sendir innfyri einar tvær ferðir, eydnaðist tað at enda unga áleyparanum, Halli Christiansen, at heilflukta bóltin í málið, uttan nakran møguleika hjá málverjanum at bjarga.

Eftir hetta slakaðu tvørámenn nakað í trýstinum á mótstøðumálið, og hetta opnaði aftur fyri álopum frá útiliðnum. Rættuliga vandamikið gjørdist tað tó ongantíð, og endaliga støðan so aftur hesu ferð, at tvørámenn fingu ein tepran sigur og trý stig.


TB-EB/Streymur 2-1 (1-1)

1-0 Jón Sigur Gleðisheyg

1-1 Dan Mortensen

2-1 Hallur Christiansen