Spenningurin í toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini er størri í kvøld, enn hann hevur verið seinastu tíðina.
Toppuppgerð hevur í kvøld verið í Hvalba millum grannafeløgini TB og FC Suðuroy, og hon endaði við 2-0 sigri til heimaliðið. Øll málini vórðu skorað eftir steðgin. Tórður Mortensen og Bojan Timic skoraðu fyri heimaliðið tíðliga í 2. hálvleiki, og tá ið tað restaðu fýra minuttir, minkaði Stanislav Kuzma um munin. Tað er merkisvert, at tað var málverjin hjá FC Suðuroy, sum minkaði um munin. Hann gjørdi tað við útsparki úr egnum brotsteigi og undan vindinum í mótstøðumálið!
Á Argjum hevði AB vitjan av næstbesta NSÍ liðnum. AB vann 2-1 eftir 1-0 hálvleiksleiðslu. Stig-Roar Søbstad setti hol á beinanvegin. Átta minuttir eftir steðgin javnaði Kristian í Lon Olsen fyri NSÍ, og tá ið ein tími var farin, var Stig-Roar Søbstad aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði sigursmálið til 2-1.
Støðan í toppinum eftir 23 umfør er tann, at FC Suðuroy hevur 58 stig, og AB og TB hava 52 stig. Leygardagin hittast TB og AB í Hvalba, og FC Suðuroy skal til Leirvíkar at spæla ímóti Víkingi
Í botninum eydnaðist tað FC Hoyvík eftir fimm tap upp í slag endiliga at vinna. Úrslitið var 4-2 á heimavølli ímóti Skála. FC Hoyvík var á odda 3-0, men gestirnir svaraðu aftur í síðsta minutti undan hvíldini, og tað gjørdist heilt spennandi, tá ið Skála átjan minuttir undan leikloki enn eina ferð minkaði um munin, so hann varð 3-2. Átta minuttir undan leikloki staðfesti FC Hoyvík sigurin. Ken Nónklett skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið, og Jónar Borg Dahl og Jan Mølvad Laursen skoraðu eina ferð í part. Brian Jacobsen og Jóhann Kass skoraðu fyri Skála.
Víkingur vann í Leirvík 4-1 á 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 2-0. Í 1. hálvleiki skoraðu Andras Dalbø og Andrias Djurhuus, og eftir steðgin, tá ið vindurin var rættuliga nógvur, skoraði Andras Mikkelsen til 3-0 og 4-0. Hann varð skiftur inn í 65. minutti, og hann skoraði í 68. og 74. minutti. Fimm minuttir undan leikloki pyntaði Jóhan Selfoss um fyri gestirnar.
Støðan í botninum er tann, at 07 Vestur hevur 3 stig, HB 21, EB/Streymur 22 og FC Hoyvík 23 stig. Í miðbólkinum eru NSÍ við 35 stigum og Víkingur og Skála við 31 stigum. Øll liðini hava spælt 23 dystir uttan EB/Streymur og HB, sum hittast í annaðkvøld.