Mansliðið hjá TB hevur enn nógv eftir at læra, tí liðið er nýtt í bestu mansdeildini, samstundis sum tað telur ungar og óroyndar spælarar. Enn er einki stig komið á kontuna, og settmunurin 1-30 sigur eisini eitt sindur um, hvussu tung tak tað er, tá eitt nýtt lið skal byggjast upp millum tey bestu.
Men leygardagin var tað altso um reppið, at TB spældi einum av oddaliðunum eitt ordans puss. SÍ var á vitjan, og gestirnir máttu altso upp um 25, áðrenn fyrsta settið var komið til høldar.
Hóast SÍ kanska ikki byrjaði dystin við sterkastu uppstilling, skal einki takast frá teimum í TB, ið spældu fult upp ímóti sørvingum. Liðini fylgdust allan vegin uppeftir, og TB hevði enntá settbólt við støðuni 24-23. Men tá síðsta takið skuldi takast, royndist SÍ kortini sterkari og vann settið 26-24.
Í teimum báðum seinnu settunum var als eingin ivi, tí tá hevði SÍ fingið ávaringina og spældi veruliga upp til sítt besta. Í øðrum setti servarði Ólavur Jensen sørvingar framum 11-0, og so hugdu teir annars ikki aftur um seg, men vunnu trygt. Serliga høvdu teir í TB trupulleikar av Rajko Petrovic, ið ikki var inni í fyrsta setti, tí í hinum báðum settunum blokkaði hann dúgliga og vann annars eina rúgvu av bóltum.










