1. deild: Heldur ikki í dag eydnaðist tað TB at fáa fulla úrtøku á heimavøllinum í Hvalba. Aldursforsetin í føroyskum fótbólti hevur snoddað til plássini, sum eftir 27. umfar bera uppflyting í bestu deildina við sær, men seinastu ferðirnar hevur tað ikki verið meiri enn passaligt á nýggja heimavøllinum í Hvalba.
Mikukvøldið endaði tætta og intensta grannauppgerðin ímóti grannunum fyri sunnan 2-2, og í dag endaði tað aftur við javnleiki.
Hesa ferð vitjaðu teir næstbestu hjá NSÍ, sum hava staðið seg framúr væl og undan hesi uppgerðini vóru á triðja plássi - eitt stig frammanfyri TB.
Úrslitið í dag var málleysur javnleikur. Hetta var triðja ferðin í ár, at TB ikki megnaðu fulla úrtøku á heimavølli. Umframt omanfyri nevndu javnleikirnar hevur TB tapt á heimavølli ímóti AB.
0-0 í dag ber við sær, at NSÍ framvegis nummar trý, meðan TB framvegis er á fjórða plássi.