Lítið man vera at ivast í, at alt sum kann krúpa og ganga á Tvøroyri og har um leiðir fer vestur í høllina sunnudagin. TB-kvinnurnar hava spælt seg í ta støðu, at tær við einum sigri á Mjølnir kunnu tryggja sær atgongd í FM-finaluna ímóti SÍ, og tað man vera ein hending, ið helst ikki má gleppa hjá tvørafólki.
Vinnur TB dystin, hevur Mjølnir ongan møguleika at taka TB aftur, men um Mjølnir hinvegin vinnur, so verða dystirnir hjá hesum báðum liðunum í allarsíðsta landskappingarumfarinum í Eik-liguni hjá kvinnum altavgerandi.
Tá skal TB á heimavølli spæla ímóti Drátti, ið kann verða júst so vandamikið sum Fleyr, ið kom til Trongisvágs at spæla »uttan at hava nakað at spæla fyri« – og fór avstað við sigrinum. Og júst Fleyr, sum í endaspurtinum er farið at lukta bronsu, hevur heimavøll í síðsta dystinum ímóti Mjølnir, sum sostatt heldur ikki tá kann kanna sær bitan.
Botnur og grannar
Hinir báðir dystirnir hjá kvinnunum sunnudagin eru ein botnuppgerð og ein grannauppgerð. Tey bæði niðastu liðini, KÍF og ÍF, møtast í Kollafirði, og tað er seinasti kjansurin hjá KÍF at fáa nakað stig í vetur. Og á Giljanesi skal Dráttur royna at hevna steypafinalutapi fyri SÍ í næstsíðstu viku, so har verður óivað eisini spælt av lívsins kreftum.
Í Eik-liguni hjá monnum er bara tann eini dysturin, sum verður í Gundadalshøllini í Havn, har Fleyr tekur ímóti SÍ. Hjá sørvingum ræður um at vinna, skulu teir fáa Mjølnir aftur, áðrenn landskappingin er liðug. Fleyr fer hvørki ein ella annan veg, men tekur hetta kanska sum síðsta møguleikan at arga steypavinnararnar.