UPPTAKT
Øll orsøk er til, at sjálvsálitið hjá TB skal vera í lagi, tá ið teir í morgin fara á vøllin í Fuglafirði. Teir vunnu sunnudagin á heimavølli móti EB/Streymi, og fyri trimum vikum síðani megnaðu teir málleysan javnleik í Runavík.
Í morgin verður tað ivaleyst uppskriftin, sum teir nýttu í Runavík, sum verður frammi hjá TB. Tað ræður um at vera tættur í verjuni og so dúva upp á onkran møguleika í snarálopum, og so leingi, sum tað ikki eydnast mótstøðumonnunum at gera mál, er klokkan í parti við TB.
Á Sevmýri hava teir trupulleikar við tveimum miðvallarspælarum, sum teir roknaðu við skuldu vera lyklaspælarar. Annar er Alexander Jovevic, sum ikki hevur spælt fleiri tær seinastu ferðirnar. Hann er so spakuliga farin at venja aftur, men í gjár roknaðu teir ikki við, at hann verður tøkur í morgin. Hin er Daniel Nyarko, sum noyddist út móti EB/Streymi, og sum ikki hevur vant í hesi vikuni.
Í Fuglafirði hevur gingið væl higartil, men teir í ÍF rokna við, at uppgávan verður torfør í morgin. Fuglfirðingar plat at vera stinnir í deyðbóltsstøðum, og tað kann væl vera, at sovornar fara at hava stóran týdning í morgin, men tað verður ikki lætt, tí teir í TB verjuni eru bæði stórir og sterkir.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir. Eisini Hanus Eliasen, sum ikki var við í Runavík, tí hann var skaddur.