TB gjørdi eitt ordans hál beint fyri kappingarbyrjan og fekk fleiri nýggjar spælarar inn. Ein teirra var 22 ára gamli Simeon Petrov, men hann er longu farin av landinum aftur.
Serbiski áleyparin byrjaði inni í dystinum móti Víkingi í Gøtu, men fekk ikki nógv burturúr. Hann bleiv skiftur út í hálvleikinum og hevur ikki verið at sæð á vøllinum síðani.
Nú er greitt, at TB og Simeon Petrov fara hvør sín veg. Keldur í TB siga, at áleyparin longu er farin av landinum. TB skal í dag spæla móti HB í landskappingini.