TB hevur ikki vunnið í tveir mánaðir

Felags fyri bæði TB og KÍ er, at lyklaspælarar ikki eru tøkir í dag

Í góðveðrinum fyrrapartin fer KÍ um Suðuroyarfjørð. Klaksvíkingar eru umborð á Smyrli við stórum sjálvsáliti eftir fagnaðin á Summarfestivalinum, tá ið tað loksins eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti HB. 2-0 hevur alla vikuna lýst á støðutavluni á norðara enda á KÍ høllini!

-Sigurin á HB var ógvuliga kærkomin. Lagið er gott, og venjingarnar hava verið góðar í vikuni, og vit eru fokuseraðir á avbjóðingina ímóti TB. Fyrr í summar vunnu vit tepurt 1-0 ímóti teimum í Klaksvík. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 við Stórá. Tá var tað, at vit fram ímóti dystarenda sera óheppið mistu tvey stig, sum nú høvdu komið væl við, staðfestir KÍ miðvallarin Atli Danielsen.

Henry Heinesen er leikbannaður ídag. Kenan Hajdarevic er orsaka av skaða sera ivasamur. Páll A. Klettskarð er langtíðarskaddur og loyvini hjá nýggja miðvallaranum Sani Tahir eru ikki komin upp á pláss.

 

TB hevur ikki vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Síðsti sigurin var 27. juni (3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi).

-Avrikið í 2-2 dystinum í Vági var so ávirkað av veðrinum, at tað ikki kann nýtast sum grundarlag fyri nakrari meting. Avbjóðingin hjá okkum er serliga at fáa nýggju menninar spældar inn á liðið. Tað arbeiða vit nógv við, og vit vóna, at tað fer at síggjast ídag, at tað er eydnast, sigur TB venjarin Páll Guðlaugsson.

Heini Mikal Mortensen er langtíðarskaddur, Martin Tausen er leikbannaður, og loyvini eru ikki komin upp á pláss hjá nýggja framrættaða spælaranum Kofi.