Útbúgvingarlig tilbúgving til oljuvinnuna


 

Hans Pauli Joensen deildarleiðari á

Fróðskaparsetri Føroya

Føroyar hava nú stigið inn um gáttina til oljuvinnuna. Enn er hurðin bert komin á glopp, men vónir eru um, at hon kemur á víðan vegg og at funnar verða keldur, ið kunnu stuðla og menna føroyska búskapinum. Men tað tekur tíð at koma longur fram á leiðini, og hana kunnu vit brúka til at tilbúgva Føroyar og føroyingar til at taka ímóti avbjóðingum, sum koma við oljuvinnuni. Ein av hesum avbjóðingunum er at verða til reiðar við teimum røttu førleikunum.


Útbúgvingartørvir

Oljuvinnuni ? og infrastrukturinum kring hana ? tørvar tænastur og fólk við so at siga øllum útbúgvingum og førleikum. Og sum í øðrum vinnum eru ymisk útbúgvingarkrøv til ymisku størvini. Summi krevja langar útbúgvingar, onnur styttri málrættað verklig skeið. Í fyrra førinum er neyðugt at byrja fyrireikingarnar í góðari tíð, meðan fyrireikingarnar í seinna førinum tørva styttri tíð.


Útbúgvingarpolitikkur

Útbúgvingarætlanir áttu at verið skipaðar í Føroyum eftir einum leisti fyri, hvussu og í hvønn mun føroyingar ynskja at gera seg galdandi í oljuvinnuni. Enn er tó ongin yvirornaður politikkur um menning av føroyskum førleika við atliti at oljuvinnuni. Tíðliga í 1996 kom eitt álit um oljuútbúgvingar frá eini »oljuútbúgvingarnevnd«, ið landstýrismaðurin í skúlamálum hevði sett. Í álitinum vóru tilmæli um útbúgvingar á ymiskum stigum, og metingar vórðu gjørdar um, hvørjum útbúgvingum tørvur er á í teimum ymisku skeiðunum, ið oljuvinna verður liðað sundur í frá tí hon byrjar til hon riggar av. Men í tvey-binds álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini »Føroyskur førleiki«, sum kom í 1999, eru ongi tilmæli um útbúgvingar við beinleiðis atliti at oljuvinnuni.


Grundútbúgvingar

Í samband við eina og hvørja útbúgvingarætlan er umráðandi, at støðið er sett eftir altjóða krøvum. Hetta ger seg ikki minst galdandi fyri útbúgvingar til oljuvinnuna, sum í útgangspunktinum er ein altjóða vinna. Tað ber kanska til at seta politisk krøv um, at føroyskar tænastur og arbeiðsmegi fáa »atgongd« í oljuvinnuni, men hetta er bert rímuligt um so er, um tænastur og fólk við røttum fakligum fortreytum kunnu bjóða seg fram. Til tess hevur tað stóran týdning at kunna bjóða grundleggjandi útbúgvingar, hægri sum lægri, sum gera fólk før fyri at virka og framhaldandi útbúgva seg hjá m.a. tænastu- og oljufeløgum. Slíkar útbúgvingar finnast longu í Føroyum, og í nøkrum førum kunnu smærri tillagingar gerast, so útbúgvingarnar verða enn betur egn-aðar sum grundarlag fyri arbeiði við atliti at oljuvinnuni og avleiddum virksemi av henni.

Støðan í Føroyum í dag minnir um hana í nærmastu grannalondum okkara, tá tey fóru upp í oljuvinnu. Har komu útbúgvingar við atliti at frálandsvinnuni so við og við eftir tørvi. Tær vórðu fyriskipaðar av útbúgvingarstovnum og av oljufeløgunum sjálvum ? partvís sum eftirútbúgving av fólki við starvsroyndum uttan fyri oljuvinnuna. Í Føroyum hevur Oljuútbúgvingarsamtakið skipað fyri útbúgvingarskeiðum saman við t.d. Stavanger Maritime Skole, og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar hægri útbúgvingar við atliti at frálandsvinnuni, m.a. í samstarvi við Høgskolen i Stavanger og Danmarks Tekniske Universitet.


Hægri útbúgvingartiltøk

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka 3 og 3 1/2 ára universitetsútbúgvingar innan verkfrøði, náttúrufrøði og kunningartøkni. Ein nærri lýsing av útbúgvingunum er á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Í øllum útbúgvingunum eru evni við á skránni, sum hava týdning í frálandsvinnu. Útbúgvingarnar eru bygdar upp í modulum, sum eisini kunnu takast av øðrum enn fulltíðarlesandi á Náttúruvísindadeildini. Hetta verður tíðum brúkt sum ein eftirútbúgvingarmøguleiki hjá fólki, ið frammanundan hava eina akademiska útbúgving. Í lívfrøðiútbúgvingini kunnu evni takast upp, sum eitt nú viðvíkja møguligum vansum frá boringum, frá boripallum, frá flutningi av olju og frá »kemikalium«, ið brúkt verða og kunnu leka út í sjógvin. Tann nýggjasta útbúgvingin á skránni varð løgd til rættis í 1998. Tað er ein 3 1/2 ára útbúgving til kolvetnisverkfrøðing, sum er beinleiðis vend móti oljuvinnuni. Í hesi útbúgvingini verður dentur lagdur á eitt nú jarðfrøði, reservoirtøkni, boring eftir og framleiðslu av olju og gassi, og nakað verður lært um oljulóggávu og búskap. Útbúgvingin miðar m.a. eftir størvum hjá hjá tænastufeløgum og í umsitingini. Fyrstu kolvetnisverkfrøðingarnir verða lidnir tíðliga í 2002.

Oljufeløgini krevja hinvegin aloftast longri útbúgvingar (MSc ella PhD) til hægri størv, og Fróðskaparsetrið miðar tí eftir at skapa betri fortreytir fyri PhD-útbúgving við atliti at undirgrund og frálandsvinnu. Í løtuni verður arbeitt við tveimum PhD verkætlanum á Náttúruvísindadeildini. Onnur snýr seg um at útvikla støddfrøðilig model til at lýsa kreftirnar kring eitt borihol í undirgrundini. Verkætlanin er fíggjað av AMG (Atlantic Margin Group) samtakinum, ið eisini fíggjar ein professara í 20% starvi á Náttúruvísindadeildini í tíðarskeiðnum 1998-2001. Hin PhD-verkætlanin er knýtt at Institut for Kemiteknik á Danmarks Tekniske Universitet, og snýr seg um at optimera nýtsluna av reservoirum m.a. við at brúka gassinnspræning. Ætlanir eru lagdar um at víðka PhD granskingina við nýggjum verkætlanum, eitt nú saman við oljufeløgum.


Hækka vitanarstøðið

og førleikan

Tað er sum heild umráðandi at hækka vitanarstøðið og menna føroyskan førleika við atliti at oljuvinnuni. Í føroyska orðaskiftinum verður oftast røtt um verklig evni og um vinnumøguleikar í samband við oljuvinnuna.

Hetta hevur stóran týdning, men tað er eisini umráðandi at menna førleikan til gransking og hægri útbúgving við atliti at oljuvinnuni, tí hetta er ein týðandi fortreyt fyri, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í m.a. hægri størvum, har avgerðir verða tiknar í olju- og gassídnaðinum, eins og í umsitingini, sum er neyðug í samband við frálandsvinnu við Føroyar.