Útbúgvingarbygnaður og avbjóðingar

Skulu vit veruleikagera dreymin at verða eitt vitanarsamfelag, er neyðugt at leggja orku í útbúgvingar, sum menna vitan, ið brúk er fyri. Pisa kanningin setti eitt stórt spurnaðartekin við hvar vit eru í hesi menning

Útbúgvingar

Tað eru ikki bara Føroyar, sum fokuserar á vitan og hava 2015 mál. Millum annað alt ES og OECD- londini leggja eisini stóran dent á vitan sum framtíðar tilfeingi. Nú er tað fólkaskúlin, sum er í fokus, men neyðugt er tó at hugsa um annað enn bert fólkaskúlan.

Útbúgvingarpolitikkur
Nógvir tættir eru í vitan, vitanarbygnaði og vitanarsamfelagi. Tí er eisini neyðugt at hava ein breiðan og langskygdan útbúgvingarpolitikk eins og t.d. vinnupolitikk. Tað krevur bæði eina raðfesting av hvørjar eftirgymnasialar útbúgvingar skulu vera í Føroyum, hvussu vit fáa fólk at taka útbúgvingar sum landið hevur tørv á, hvussu vit fáa fólk út í heim at taka útbúgving og ikki minst hvussu vit syrgja fyri at fólkaskúlin gevur næmingunum grundleggjandi førleikarnar at klára seg í arbeiði ella útbúgving.

Hvørjar
Ein útbúgvingarpolitikkur setir mál fyri hvørjum útbúgvingum føroyska samfelagið hevur tørv á. Síðan má hugsast um, hvussu skipast kann fyri at fólk okkara taka hesar útbúgvingar og antin koma heimaftur ella verða verðandi aftaná lokna útbúgving. Tað krevur eisini, at mál verða sett fyri hvat fyri samfelag vit ynskja, tí annars er torført stinga út í kortið hvør útbúgvingartørvurin er.

Innflyting
Hin leisturin er at hava nakrar útbúgvingar, sum tørvur er á. Síðan má samfelagið laga seg eftir teim útbúgvingum sum eru. Neyðturviligir førleikar, sum fólk so ikki hava, mugu síðan flytast til landi.

Tølini siga at nærum helmingurin av føroyingum, ið taka eftirgymnasialar útbúgvingar, gera tað í Føroyum. Meðan størsti parturin av teimun, sum taka útbúgving uttanlands, gera tað í Danmark. Harafturat er at siga, at størsti parturin av teum í taka universitetsútbúgvingar, gera tað uttanfyri Føroyar


SÍ TALVU

Har síggja vit, at 110 taka hægri útbúgving uttanfyri Norðanlond. At eitt javnt býti er í at 30% náttúruvísind, 30% humaniora og 40% samfelagsvísind. Tað sæst at nógv tann størsti parturin, nemur sær kunnleika í enskttalandi londum. Vit eru eisini tað landið av norðurlondum, sum lutfallsliga senda nógv flest lesandi av landinum at nema sær útbúgving, tá er Danmark rokna við. Í vikuni verður ein samanberandi kanning av londunum almannakunngjørd og gevur hetta okkum eisini tøl at arbeiða við.
Tað er givið, at visjón 2015 arbeiði tekur útbúgvingarspurningin um í fleiri høpum. Men vit skulu eisini taka støðu til hvussu nágreiniligur politikkurin skal verða, tí vit kunnu ikki stýra talið á útbúnum á stovnum, sum ikki eru í Føroyum. Tvs. eftirspurningurin í Føroyum hevur onga ávirkan á stovnarnar sum veita útbúgvingarnar. Ein stórur partur av okkara lesandi nema sær henda kunnleika í Danmark og so nøkur aðarastaðir. Vit kunnu tí í nógv minni mun enn flestu størru lond stýra hvørjar útbúgvingar eru møguligar. Hinvegin er hetta ein partur av alheims bygdini, sum ger at størri lond, í størri ella minni mun, eisini fara at missa stýringina. Tí kunnu vit longu nú leggja okkum at verða fremst at finna loysnir á hesum trupulleikum. Hinvegin so verða umleið helvtin av eftirgymnasialu útbúgvingunum tiknar í Føroyum, so her er meira at arbeiða við enn vit vanliga geva okkum far um.

Neyvt ella leyst
Grundleggjandi má tí støða takast til um vit neyvt vilja tryggja, ella royna at bera so í bandi, at føroyingar taka útbúgvingar sum landið hevur tørv á; ella at tey ungu púra frælst velja og samfelagið so lagar seg eftir tí og innflytir teir førleikar, vit ikki sjálvi klára at veita. Men hesin bygnaður byrjar longu tá børnini byrja á ansingarstovni og skulu fyrireikast til skúlagongd. Fólkaskúlin skal tí skipast eftir um vit ynskja at menna ávísar partar, ella tað skal verða breitt grundleggjandi, soleiðis at tey ungu, í princippinum, eru líka væl fyri í øllum. Tann nágreiniligi ella leysi parturin hevur tí stóra ávirkan á, hvussu fólkaskúlin skal skipast.

Vinnan
Tað er eisini alneyðugt, at serliga vinnan, men eisini tað almenna ger vart við hvør tørvurin er, og hvønn tørv man sær kemur í framtíðini. Tað merkir eisini at vinnan í størri mun skal verða við, t.d. í gransking og menning. At vinnan er við at seta upp skipanir á hesum øki, men eisini at verða meira við í tilgongdina at menna alla útbúgvingarskipanina og hvørjar eginleikar, umframt fakliga vitan, vinnan hevur tørv á og tí eisini eftirspurning á.

Tí er tað altavgerðandi, at semja fæst um hvønn leist okkara útbúgvingarskipan skal hava. Tað er lítið at ivast í, at vit eisini skulu ansa eftir, at vit ikki bert gera eina skipan íð leggur seg eftir at skora á Pisa skalanum. Skúlin er ikki nóg góður, men vit skulu heldur ikki jarðleggja hann. Tey arbeiðir eitt vitanarsamfelag krevur er kreativitetur, og vit skulu ansa eftir at tað eisini kemur við.
Vit byrja nú at síggja hagtøl um føroysk lesandi, ella í hvussu so er tey sum fáa lestrarstuðul og vit hava góða vitan um tey sum brúka Úsun skipanina. T.d. í Úsun síggja vi eitt javnt býti millum samfelagsfak, náttúruvísind og humaniora. Men vit síggja eisini, at tey alraflestu lesa í ensktalandi londum. Og tað er ein spurningur um tað er nøktandi, um vit skulu verða ein vinnari í altjóðagjørdum Føroyum í einum alheimsgjørdum heimi. Men tíðin er komin til at privatu partarnir taka meira ábyrgd á økinum.
Ein tøkk til Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivsstovuni og Terja á Lakjuni frá Stuðulsstovninum fyri at leita fram upplýsingar.