Útbúgving til øll

Vit síggja tær allastaðni. Glaðar, við húgvu og einum stórum brosi. Pisurnar. Hjartaliga tillukku allar og blíðan byr!

Øll áttu at fingið møguleikan. Harmiligt, tá fólk ikki sleppa á miðnámsskúla ella hava møguleika at fara undir útbúgving í Føroyum – vegna ov fá útbúgvingarpláss. Fleiri dømi hava tíverri verið um júst tað, seinastu tíðina.

 

Tey við skerdum førleika

Ein bólkur er sum bert hevur EIN møguleika fyri 9. floks prógvi ella FHS – nevniliga á ALV skúlanum við Áir. Skúlin er fyri vaksin við skerdum vinnuførleika vegna eitt nú heilsubrek, sosialum ávum ella vegna vanlukku. ALV skúlin er einasta tilboð til teirra, sum er – og kortini er bert rúm fyri 2. hvørjum umsøkjara. Tey, sum ikki sleppa inn kunnu ikki bara siga: “gott er, so arbeiði eg eitt ár!” ella “kanska eg so fari á handilsskúlan heldur!” tí ALV skúlin er einasti møguleiki hjá teimum í Føroyum. Kortini raðfesta og menna vit ikki hetta tilboðið, hóast tað nú eru mong ár síðani eldsálin Karolina Petersen, sála, fekk hetta í lag.

 

HF prógv eftir 3 ella 4 ár

Herfyri fingu tónleika -og ítróttarfólk møguleika fyri at taka HF upp á 3 ella 4 ár. Alt gott um tað og tað fegnast vit um. Átti hesin møguleikin ikki eisini at verið givin teimum, sum vegna tvørrandi førleika kundu havt gagn av skipanini? Talan kundi verið um eitt nú stakar uppihaldarar, fólk sum eru sjúk, bera brek ella hava sosialar trupulleikar.

 

Gomul og veik: Út

Las herfyri um kanning úr grannalandi. Fólk vóru spurd, hvør fyrst skuldi koyrast, tá vinnuvirki í hesum tíðum høvdu fyri neyðini at minka um starvsfólkatalið. Ein triðingur svaraði: “Tey gomlu og tey veiku.” Hetta, hóast stórar kampanjur fyri at skapa eina hugburðsbroyting og rúmd fyri sonenvnda ‘gráa gullinum’ og rúmliga arbeiðsmarknaðinum.

Vóni ikki, at svarið hevði verið tað sama her. Men, hetta kann vera ein ábending um, at tað er meira umráðandi enn áður, at øll fáa møguleikan fyri hóskiligum skúlatilboði.

 

Vaksa um talið av vinnuførum

Eg haldi tað vera eina sjálvsagda og átroðkandi uppgávu hjá okkum júst nú – saman við einum lógarkarmi sum skapar ein arbeiðsmakna fyri øll – at útbúgving verður ein møguleiki hjá nógv fleiri. Vónandi verður júst hetta ein partur av vakstarpakkanum.