Bogi Eliasen
Ein av hornasteinunum í 2015 er útbúgving. Útbúgving er soleiðis sett út í kortið til at verða eitt av seks økjum, Føroyar skal seta sum eitt mál fyri 2015.
Í nógv ár hevur útbúgving verið á breddanum í føroyskum politikki. Og hóast framgongd, soleiðis at vit umframt kravda fólkaskúlan, hava fleiri yrkisútbúgvingar, miðnámsútbúgvingar og Fróðskaparsetrið tørvar ein beinleiðis ætlan, har útbúgving ella ávísar útbúgvingar eru ein neyðugur partur í eini samfelagsstrategi fyri at flyta ella lyfta samfelag á eitt ávíst støði, ella at innrættað tað á ein ávísan hátt, hava vit ikki sæð nógv av.
Grundarsteinur
Útbúgving er bæði hønan og eggið. Útbúgving er grundarsteinurin undir at menna samfelagið, og í heimshøpi er okkara grundútbúgvingarstøði í betra endanum. Men fyri at koma víðari, fyri at fyrireika seg til avbjóðingina alheimsgerðin er, skal fokus flytast frá nøktandi til at verða fremst á einstøkum økjum. Er ella fáa vit eina semju um at raðfesta nøkur øki, skal útbúgvingarpolitikkurin lagast eftir tí. Fyri at menna seg sum eitt vitannarsamfelag, er neyðugt við bæði sterkari grundútbúgving og serkunnleika.
Raðfesting
Er ætlanin t.d. at raðfesta ílegugransking, alternativa orku og náttúruna í og kring Føroyar, er helst skilabest at raðfesta og styrkja støddfrøðið og náttúruvísindi longu í fólkaskúlanum. Alheimsgerðin hevur við sær meira beinleiðis samband úteftir, og har hava myndugleikarnir júst raðfest at byrjast skal fyrr við frálæru í enskum, sum eina avleiðing av hesum.
Útisetar ella heimføðingar?
Føroyar er eitt lítið land, og tí kunnu vit ikki rokna við at hava allar tær útbúgvingar heima í Føroyum, sum samfelagið hevur tørv á. Tí skal eitt kjak um føroyskan útbúgvingarpolitik eisini snúgva seg um hvørjar útbúgvingar vit eiga at hava í Føroyum, og hvørjar best er at lata fólk taka aðrastaðni, men eisini verða við í tilgongdini at fáa fólk aðrastaðir at útbúgva seg og at útbúgva seg á økjum sum føroyska samfelagið hevur tørv á. Her verður eisini hugsað um tað frálíka arbeiði Altjóða Skrivstovan er farin undir, við at spjaða føroyingar meira kring knøttin. Í hesum sambandi kemur eisini upp spurningurin, um vit fáa fólkini heimaftur, ella í hvussu stóran mun vit fáa tey heimaftur. Ætlanir og skipanir eiga at gerast, so bæði yvirlit er á hvørjar útbúgvingar føroyingar taka og hvørji koma heimaftur. Vísir tað seg, at vit ikki fáa fólk heimaftur, er alneyðugt at seta í verk skipanir, fyri at broyta tað.
Eftirútbúgvingar
Men útbúgving er meira enn tað. Útbúgving er eisini eftirútbúgving og umskúling av fólki, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum og sum kanska eisini hava eina útbúgving. Tí er eisini neyðugt at umhugsað, hvussu vit styrkja og menna arbeiðstakaran, soleiðis at hann er førur fyri at menna seg við samfelagnum. Vitannarsamfelagið merkir eisini, at útbúgving er ein partur av øllum lívinum, og ikki bert ein partur av ungdómsárunum. Ein slík tilgongd mennir eisini ein fleksiblan arbeiðsmarknað, sum klárar broytingar og nýggjar avbjóðingar
Útbúgving í Føroyum
Í samband við útbúgving í Føroyum er tí ikki nøktandi bert at hugsað um fólkaskúlan, ella bert yrkisútbúgvingar. Hugsast skal um útbúgving sum eina heild, umvegis fólkaskúlan og teir møguleikar sum so skulu verða tøkir. Tað skal verða bæði heilsuskúlin á Tvøroyri til ætlan um at fáa fleiri Ph.D. lesandi á útlenskum universitetum, sum føroyska samfelagið aftaná kann fáa gagn av. Tí er ein av grunnleggjandi spurningunum; skulu vit styrkja grundútbúgvingina og soleiðis lyfta minstastøðið, ella skulu vit satsa uppá servitan og gransking á t.d. Granskingardeplinum og Fróðskaparsetrinum.? Ella skal tað verða eitt býti? Fyri at kunna kjakast um og raðfesta útbúgvingarleist og ætlan, er altneyðugt at vita hvat endamálið er. Útbúgving er eitt amboð, m.a. til at skapa eitt ávíst tilætlað samfelag og ikki endamálið í sjálvum sær.
Deplar?
Ofta verður kjakast um tað er skilagott at hava útbúgvingar kring landið. Komandi árini verður undirstøðikervið eisini ment so mikið, at øll samfersla í nýggja meginøkinum gerst munandi lættari og skjótari. Tað skal takast við í framtíðarvisjónunum um útbúgvingar. Vit hava nú sæð kjakið um HF skal verða í Klaksvík ella verða ein partur av Kambsdali, nú undirsjóvartunnilin kemur. Júst hesin orðadrátturin er eitt gott dømi. Fægstu ivast í, at kostnaðurin av at flyta skúlan á Kambsdal gerst minni og lættari er at brúka undirvísingarorku á staðnum o.s.fr. Men tað kann verða, at HF í Klaksvík hevur eitt jaligt árin á Klaksvík sum bý. Hinvegin so má treytin fyri at brúka so nógva samfelagsorku uppá undirstøðikervið eisini merkja, at tað skal brúkast í samfelagsmenningini, og tí skal føroyingurin eisini venja seg við at ferðast fyri at koma í skúla ella til arbeiðis.
Útbúgvingarstovnar kring landið
Spurningurin gerst so, um vit skulu hava útbúgvingar kring landið ella ikki, og um vit skulu savna útbúgvingar í deplar ella ikki. Á Kambsdali eru Handilsskúlin og Studentaskúlin saman. Í Havn hevur verið tosað um at hava ein útbúgvingardepil. Fyrimunurin av at leggja allar skúlarnar í Havn saman kundi verið eitt gott og livandi lestrarumhvørvi, sum t.d. var við til at geva samfelagnum góð hugskot. Fíggjarliga eru nógv atlit at taka, umframt at tað krevur bygging. Viðvíkjandi útbúgvingarstovnum kring landið, er neyðugt at meta um tørv, dygd, kostna og ávirkan og týdning á lokalsamfelagið, og har er Suðuroyggin í serstøðu.
Politikkur
Kjakið og íkastið til visjón 2015, og í hesum føri útbúgving, verður sætt sum eitt politiskt kjak og ein spurningur um politiskar semjur sum leist. Tað er jú rætt, at tað skal verða politisk semja, fyri at kunnu stinga eina slíka kós út í kortið. Men tað, at eitt mál er politisk, merkir ikki at aktørarnir á økinum ikki skulu verða partur av kjakinum, og at bert politikkararnir skulu finna eina semju. Nei her er alneyðugt at aktørarnir tora at koma fram við sínum visjónum og við teirra royndum, so vit vanligu borgarar eins og politikkarnir eisini fáa innlit í teirra royndir og metingar um framtíðarleist.
Júst á útbúgvingarøkinum, eru aktørarnir partur av almennu skipanini og tað tykist sum tað er ein ótti fyri at koma at blanda seg í politikk og verða lastað(ur) fyri tað. Hetta er ikki eitt eindømi, men eitt fyribrygdi sum ofta sæst, tá ein leitar sær kunning hjá fólki í sambandi við greinar. Tað er sera keðiligt, tí brúk er fyri hesum fólkum í kjakinum um framtíðar leist. Tí átti ein partur av grundútbúgving okkara at verið kjak, at kjakast sømuliga og at tora at standa fram og vita, hvussu umráðandi tað er fyri samfelagið.
Homo sexuellur og/ella sapiens
Eitt annað, sum kom fram í vikuni, eru rættindi. 2005 og spurningurin er um homofobiin hevur verið størri í Løgtinginum. Hetta er ein stór skomm, sum eisini ávísir tørvin á at undirvísa í mannarættindum og javnrætti. Um okkara samfelag ikki er stórt nokk til samkynd, so ivist eg stórliga í, at vit nakrantíð verða stór nokk til at skilja fjølbroytni, sum er alneyðugt fyri, at vit sum pinkuland kunnu gerast ein sannur vinnari í alheimsgerðini. Vónandi skal útbúgving eisini elva til tolsemi, og vónandi verður tað eisini eitt mál fyri 2015, eins og sapiens er tað.
Samanumtikið kann sigast, at vit hava ein grundarstein, fólkaskúlan, at byggja á. Men vit hava ikki megnað at stinga mál út í kortið, og tí heldur ikki at hava ein tilætlaðan útbúgvingarpolitik til okkara samfelag, og tillagaðan til tað samfelag vit vilja menna Føroyar at verða. Á útbúgvingarøkinum er talan um nógvar møguleikar og nógv atlit, og tí verður tað heldur ikki lætt at finna fram til felags mál, men útbúgvingarpolitikkurin má speglast í hvat tað er fyri eitt samfelag vit ynskja, og so byggjast upp kring tað.