Útbúgving skapar vøkstur



Búskaparráðið gav í 2005 út eina temafrágreiðing um tøkniliga menning og vælferð, har tey leggja stóran dent á samfelagsliga týdningina av útbúgving, eisini á universitetsstøði. Sagt verður, at útreiðslur til gransking og menning eru at rokna sum íløgur í vitan, sum kann brúkast til at skapa ný?ggja tøkni og effektivari hættir at brúka verandi kapitalapparat.

Tí er sannlíkt at øktar útreiðslur til gransking og menning viðføra størri búskaparvøkstur. 

Frágreiðingin sigur, at um politiska strategiin, sum hevur til endamáls at økja búskaparvøksturin, skal eydnast, so er neyðugt at raðfesta útbúgving fremst. Longri meðal skúlatíð økir produktivitetin hjá arbeiðsmegini, og økir bæði lønina hjá tí einstaka og hjá arbeiðsfjøldini undir einum.

Staðfest verður eisini, at vit í løtuni ikki hava lutfalsligar fyrimunir í vitanartungum framleiðslum, heldur ikki innan fiskaframleiðslu.  Skulu vit flyta okkum frá veiðumentan og tilfeingisvinnum til vitanartungar vinnur, so er tí neyðugt við vitan og førleikum.

Samstundis væntar Búskaparráðið, at eitt størri útboð av fólki við granskingarførleikum helst fer at økja áhugan hjá fyritøkum – føroyskum og útlendskum – at seta ígongd granskingarvirksemi í Føroyum.  Og harvið fleiri klókum heilum at velja Føroyar sum landið, har tey leggja sína orku, vitan, kreativitet og skattapengar.