Útbúgving er við til at skapa enn størri fjarstøðu millum ung og eldri, tá ungdómur í lokalsamfelagnum flytir til størri býir at lesa.
Tað er niðurstøðan, sum Sune Jon Hansen á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn er komin til í eini phd-ritgerð, sum hann er í holt við.
- Tá fiskivinnan var høvuðsvinna í nógvum býum, varð arbeiði gjørt við hondunum. Fólk tjentu so væl, at tað loysti seg ikki at fara undir útbúgving, sigur hann.
Sune Jon Hansen leggur aftrat, at tá ung útbúgva seg í dag, er tað ikki so "kekkað" at tosa við egnari dialekt og koyra á skutara, sum hann tekur til.
- Hetta skapar fjarstøðu, tí normar og virðir í lokalsamfelagnum og í útbúgvingarskipanini eru ymisk. Tí hava tey ungu heldur ikki hug at vera verandi, har tey eru uppvaksin, sigur Sune Jon Hansen, sum verður liðugur við sína phd-ritgerð um eitt ár.










