Útbúgving í fríum falli

Summi undrast kanska á, hví vit í 4.p hava valt at stuðla teimum lesandi á Føroya Læraraskúla. Orsøkin er tann, at hetta málið snýr seg um okkara yrki

Tá vit vóru lesandi á Føroya Læraraskúla, gjørdu vit í fleiri umførum leiðsluna varuga við, at vit ikki fingu teir tímar, vit skuldu hava, og at undirvísingin ikki var nøktandi, ella ov illa skipað. Í staðin fyri at verða tikin í álvara, vórðu vit løgd undir at renna ørindi fyri ávísar lærarar. Hetta er ikki rætt: vit gjørdu vart við okkum, tí at vit vildu hava ta bestu útbúgvingina vit kundu fáa, fyri at vera so dugnalig í okkara faki, sum til ber.

Flest øll, sum hava gingið á Føroya Læraraskúla, ella arbeiða har, vita, at tímatalvan til læraralesandi verður løgd, áðrenn tímatalvan til námsfrøðislesandi verður løgd. T.v.s. at lærarar, høli, peningur og tímar verða sett av til tey læraralesandi fyrst, og síðan fáa námsfrøðislesandi tað, ið er eftir – um tað so strekkir til ella ikki. Harafturat fáa lærararnir, ið undirvísa á skúlanum, meira í løn fyri at undirvísa læraralesandi.

Sum vit skilja á klagunum frá 2. og 3.p, eru tey, um møguligt, verri fyri enn vit vóru. Tá ið vit byrjaðu á Føroya Læraraskúla høvdu vit eina tímatalvu fyri alt árið, nú standa bara orðini “serlig skrá” á tímatalvuni, men hvat liggur aftanfyri orðini “serlig skrá” fær ongin at vita. Fyri okkum eru orðini “serlig skrá” so tóm, at tað líka væl kundi staði “ongin tímatalva” á tímatalvuni.

Spurningurin er so, hvussu vit kunnu vænta at fáa virðing sum námsfrøðingar, um vit á okkara útbúgvingarstaði eru onnur-sortering?

 

Spurningar verða settir við, um vit eru skikkað til okkara yrki. Tað eru vit, tí vit hava sjálvi stríðst í trý og eitt hálvt ár fyri at fáa okkara fakliga kunnleika. Fyri ein stóran part, hava vit verið sjálvlesandi á Føroya Læraraskúla.

Tað undrar okkum, at Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya vilja borga fyri, at útbúgvingin til heimsins týdningarmesta starv verður soleiðis viðfarin. Og at hesi heldur ikki hava nakrar viðmerkingar til tað.

 

Vegna 4.p

Gunnvá Edvardsdóttir, Eyð Tórhalsdóttir, Marit Mikkelsen, Beinta Sørensen, Eilin Petersen, Eyðbjørt Simonsen, Naina Jacobsen, Heri Petersen, Evi Mikkelsen, Katrin Danielsen, Sunneva Mohr, Merry Kalsø, Annfríð Poulsen og Bodil Wardum.