Skal føroyski búskapurin menna seg sum best í framtíðini, gerst hetta best við at útbúgva fólk. Boðskapurin hjá íslendska professaranum í búskapi er greiður: Mest av øllum er neyðugt at menna menniskjaliga tilfeingið.
Thorvaldur Gylfason leggur stóran dent á, at hansara fatan av einari framtíðarmenning av búskapinum merkir, at munandi minni partur av búskapinum verður myndaður av teimum tí slagnum av arbeiði, sum krevur lítlan og onga útbúgving og í primeru vinnugreinunum.
? Tað er vitan, ið skal til fyri at skapa stóran vøkstur. Hetta síggja vit ferð eftir ferð dømi um. Tú skapar ikki nóg stóran vøkstur, og tað er ein stórur vandi fyri afturstigum við einari stóra óútbúnari arbeiðsmegi í afturgongdstíðum, sigur Thor-valdur Gylfason.
Hann nýtti serliga Írland sum dømi upp á ein búskap, har umfatandi vøkstur hevur merkt búskapin seinnu árini. Og hetta hongur ikki minst saman við, at nýggjar íløgur hava vent býtið av arbeiðsmegini frá næstan hundrað prosentum í landbúnaðin í øðrum primerum vinnum til vinnugreinir grundaðar at kalla bert á vitan.
At menna menniskjaliga kapitalin er ikki nóg mikið í sær sjálvum at tryggja búskaparvøkstur, leggur Thorvaldur dent á. Ein marknaðarbúskapur og møguleikar fyri so fríum handli sum gjørligt eru grundarlagið undir einum væl virkandi búskapi, sigur Thorvaldur Gylfason.
Styrkja mentanina
Í Føroyum er støðan tann, at ein sera stórur partur av teimum, ið taka eina hægri útbúgving, leitað sær í onnur lond. Tey flestu fara til Danmarkar, men áhugin fyri øðrum londum er eisini voksin seinnu árini.
Vit spurdu íslendska professaran í búskapi, hvørt hetta kann gerast ein trupulleiki fyri menningina, sum hann metir vera avgerandi.
? Tvørturímóti er tað ein fyrimunur, at føroyingar útbúgva seg í øðrum londum. Tað kann vera sera læruríkt fyri tann einstaka at nema sær vitan á útbúgvingarstøðum, har støðið kanska er serliga høgt, sigur Thorvaldur Gylfason.
Íslendski búskaparfrøðingurin starvast í dag sum professari við lærda háskúlan í Íslandi. Men hann roynir á ongan hátt at halda fólk í Íslandi í útbúgvingartíðini.
? Eg eggi altíð mínum bestu næmingunum at fara uttanlands til góðar skúlar. Hetta eiga vit ikki at vera bangin fyri - heldur ikki í Føroyum, sigur Thorvaldur Gylfason, sum sjálvur hevur lisið á víðagitna Princeton háskúlanum í USA.
Ìslendski professarin hevur eisini eitt boð upp á, hvussu fólkið fæst aftur til landið, tá útbúgvingin er lokin.
? Tað er avgerandi at styrkja mentanina. Hetta skal skiljast soleiðis, at íløgur mugu gerast frá almennari síðu í mentanarlívið. Hetta er fyri at skapa trivna í landinum og fyri at fáa útnytta styrkirnar í landinum, sum jú ikki finnast aðrastaðni.
? Tú kanst ímynda tær, hvussu nógv betri tað hevði verið, um føroyingar høvdu nýtt bert ein lítlan brotpart av tí stuðulinum, ið varð latin fiskivinnuni í áttatiárunum til Sjónvarp Føroya, sigur Thorvaldur Gylfason, sum ávarar ímóti at undirmeta týdningin av mentanarligum íløgum.
Íslendingar mennast og lána
Thorvaldur Gylfason nýtti stóran part av sínum fyrilestri á ráðstevnuni at greiða frá gongdini hjá íslendska búskapinum. Sum so mangur íslendingur leggur hann stóran dent á týdningin av, at Ísland loystu frá Danmark. Leiðin móti fullum sjálvstýri byrjaði av álvara í 1904, og komið var stórt sæð á mál í 1944. Frá 1900 til 2000 var vøksturin í íslendska búskapinum, máltur í BTÚ fyri hvønn íbúgva, 2,5% í miðal um árið.
Hesin vøksturin skyldast millum annað handil, útbúgving og onnur búskaparlig viðurskifti. Men íslendski búskapurin hevur tað ikki bara gott. Tí høga livistøðið er fíggjað serliga við lánsveitinginum og við langum arbeiðsvikum. Samlaða skuldin er í dag eini 150% av BTÙ. Tað vil siga, at samlaða framleiðslan í Ìslandi átjan mánaðir skal til fyri at rinda skuldina aftur.
? Vit liva yvir evni, staðfestir Thorvaldur Gylfason.
Víðagitin
Thorvaldur Gylfason er sum nevnt professari við lærda háskúlan í Reykjavík. Hann er ein viðurkendur og nógv lisin í búskaparfrøðingur, ið ger seg galdandi í fleiri altjóða høpum. Sum nevnt varð hann útbúgvin á Princeton. Àðrenn hann fór aftur til Ìslands, hevur hann millum annað starvast hjá IMF í Washington og undirvíst á hægri háskúlan í Evropa og í USA.
Hann ger seg regluliga galdandi í íslendska kjakinum. Frettablaðið hýsir einaferð um vikuna hansara viðmerkingum til ymisk viðurskifti, og hann skrivar eisini javnan í øðrum bløðum og í altjóða búskaparligum tíðarritum. Eisini hevur hann skrivað bøkur á bæði íslendskum, enskum og svenskum. Thorvaldur Gylfason fyllir 53 ár í juli.