TB gav sær sjálvum stóra føðingardagsgávu

Tað var sum í gomlum døgum, tá ið Lars Múller bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá í Trongisvági, har TB í dag hevði vitjan av B68. TB vann 3-1. Síðsta málið skoraði innskifti Poul Ingason úr høgru í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

Lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og so hoyrdist sirenan, sum ofta plagdi at seta dám á, tá ið TB stóð seg væl.

 

TB liðið hevur við sigrinum givið sær sjálvum góða føðingardagsgávu. TB hevur 120 ára føðingardag í morgin. Føðingardagsveitslan verður í kvøld, og sjálvandi er lagið í topp, nú tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. TB hevur spælt tveir landskappingardystir á nýggja heimavøllinum, og báðu ferðirnar hevur tað eydnast at vinna fulla úrtøku.

TB legði bragdliga fyri, og tað mesta gekk alla tíðina fyri seg á B68 hálvuni. Tá ið hálvur tími var farin, var tað B68, sum legði seg á odda. Rangstøðufellan hjá TB kiksaði, og Kristian Anton Andreassen gjørdist púra leysur frammanfyri TB málverjanum. B68 maðurin var púra kaldur, tá ið hann sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið.

Toftamenn fegnaðust, men TB gavst ikki á hondum. Bara lítla løtu seinni eydnaðist tað sera væl upplagda Igor Grkajack at javna eftir hornasparksinnlegg.

 

Igor Grkajack hevur ikki verið serliga eyðsýndur fyrr í ár, men í dag var hann sera væl fyri. Tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, legði hann TB framum. Dan Mortensen spældi hann sera snilt leysan, og tað sást, at sjálvsálitið var í lagi, tá ið framherjin sneiddi framvið Hans Jørgensen í B68 málinum, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Fram ímóti dystarenda royndi B68 at leggja trýst á, eitt nú við at set Emanuel Ukpai inn í álopið og við at flyta Ndende úr miðverjuni og fram í álopið, men talan var ikki um upplagdar møguleikar. Í staðin var tað Poul Ingason, sum staðfesti TB sigurin og harvið syrgdi fyri góðum hýri, nú tey í TB fyrireika seg til 120 ára føðingardagsveitslu!

 

TB-B68 3-1 (1-1)

0-1:Kristian Anton Andreassen 30.

1-1: Igor Grkajac 34.

2-1: Igor Grkajac 56.

3-1: Poul Ingason 90.

Dómari: Lars Múller

TB: Igor Stojkovic - Gunleif Olsen, Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen - Dan Mortensen (Poul Ingason, 71.), Rógvi Joensen, Martin Tausen (Bárður A. Dimon, 63.), Gilli Sørensen - Bojan Timic, Igor Grkajac (Patrik Johannesen, 76.)

Gult kort: Martin Tausen, Igor Grkajac, Bárður A. Dimon, Gunleif Olsen, Dmitrije Jankovic, Poul Ingason

B68: Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende Adama Guéye,Niklas F. Joensen - Jónleif Højgaard (Bjarki Johannesen, 46.), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard (André Olsen, 46.) - Kristian Anton Andreasen (Emanuel Ukpai, 62.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Jústinus R. Hansen

 

 

Liðugt!

3-1: Poul Ingason 90.+3.

 

Christian Høgni Jacobsen hevur havt góða roynd, men Ivan Stojkovic bjargaði.

 

90 min.

2-1

TB miðvallarin Rógvi Joensen hevur úr góðari støðu sent bóltin í tvørtræið aftanfyri Hans Jørgensen í B68 málinum. Møguleikin stóðst eftir skjótálop og innlegg úr vinstru frá Bojan Timic.

Hans Jørgensen hevur bjargað væl eftir skotroynd frá Patrtk Johannesen.

 

85 min.

2-1

Tað er TB, sum spælir seg til størstu møguleikarnar. Innskiftu Poul Ingason og Patrik Johannesen hava havt góðar royndir, og í hinum endanum hevur Óli Johannesen gott tak á, tá ið Christian Høgni Jacobsen bjóðar av.

 

80 min.

2-1

Gongdin er tann sama. Hjá B68 liggur ikki so væl fyri at skapa møguleikar.

 

75 min.

2-1

Patrik Johannesen er settur á TB liðið í staðin fyri tvífalda málskjúttan Igor Grkajac. Ndende, sum hevur verið í B68 miðverjuni, er fluttur longri fram.

Bojan Timic er sera vandamikil, tá ið hann bjóðar av í ein móti einum støðum ímóti ikki so sannførandi B68 miðverjuni.

 

70 min.

2-1

Poul Ingason er komin inn á TB miðvøllin í staðin fyri Dan Mortensen.

B68 hevur ilt við at fáa tak á samanspælinum og harvið at skapa fyritreytir at spæla seg til møguleikar at javna.

Tað tykist sum um, at toftamenn hava hug at flyta fólkið longri fram, og harvið eru fyritreytirnar fyri TB mótálopum betri.

 

65 min.

2-1

Emanuel Ukpai er settur inn í B68 álopið. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er á B68 liðnum í ár. Út er farin Kristian Anton Andreasen, sum var skaddur.

TB hevur sett Bárð Dimon á vøllin í staðin fyri miðvallaran Martin Tausen.

 

55 min.

2-1: Igor Grkajac 55.

Dan Mortensen stakk snildisliga væl upplagda framherjan Igor Grkajac leysan. Framherjin sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í tóma málið.

B68 venjarin Pauli Poulsen hevur framt tvær útskiftingar beinanvegin eftir steðgin. Av vøllinum eru farnir Jónleif Højgaard og Remi Langgaard. Inn eru komnir André Olsen og Bjarki Johannesen, og B68 hevur fótað sær eitt sindur betur í samanspælinum, men tað er TB, sum er á odda!

---

 

Teir eru farnir at hvíla seg í Trongisvági, har støðan millum TB og B68 er 1-1. Síðstu vandamiklu royndina undan steðginum hevði Jónleif Højgaard hjá B68, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið.

TB hevur spælt seg fleiri ferðir ígjøgnum í borðunum, og innleggini hava verið vandamikil, men síðsta stýringin ímóti málinum hevur ikki verið har.

 

40 min.

1-1

TB hevur havt góðan møguleika í frísparksstøðu, eftir at B68 miðverjan kiksaði og Bojan Timic var um at verða leysur. Einki spurdist tó burturúr, tí bólturin varð sendur i manngarðin hjá toftamonnum.

 

35 min.

1-1: Igor Grkajac 33.

TB hevur ssvarað aftur og javnað bara lítla løtu eftir, at B68 hevði skorað til 1-0. Málskjútti var Igor Grkajac, sum harvið hevur skorað fyri fyrstu ferð fyri TB. Málið kom eftir hornasparksinnlegg.

Málskjúttin vísti, hvussu fegin hann var við at lata seg úr troggjuni, og tað fekk hann gula kortið fyri!

 

30 min.

0-1: Kristian Anton Andreasen 30.

TB hevur havt stórt trýst á B68 málið, men tað eru toftamenn, sum hava skorað fyrsta málið. Málskjútti var Kristian Anton Andreasen, sum ikki hevur verið fastur maður á liðnum, men sum í dag er í álopinum. TB verjan royndi at seta rangstøðufellu, men hon kiksaði, og so varð Kristian Anton Andreasen púra leysur og úr høgru setti bóltin framvið TB málverjanum og inn í handara síðunetið.

 

25 min.

0-0

TB hevur leikliga yvirvág. Gilli Sørensen var einsamallur igjøgnum, men B68 málverjin Hans Jørgensen vann tvídystin teirra millum.

 

20 min.

0-0

Spentar støður hava verið í báðum endum, men tað er framvegis málleyst. TB miðvallarin Martin Tausen hevur sæð gula kortið.

 

10 min.

Tað er eitt sindur av vindi við Stórá, har heimaliðið hevur verið bragdligt fyrstu løtuna, men enn er tað 0-0.

B68 hevur umskipað verjuna, nú Einar Hansen er leikbannaður. Niýggjur vongverji er Dánjal Pauli Højgaard, sum hevur verið skaddur, er nýggjur vongverji í høgru.

 

TB-B68 kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

TB: Igor Stojkovic - Gunleif Olsen, Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen - Dan Mortensén, Rógvi Joensen, Martin Tausen, Gilli Søren - Bojan Timic, Igor Grkajac

B68: Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende,Niklas F. Joensen - Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard - Kristian Anton Andreasen, Christian Høgni Jacobsen