TB fullmannað til stevnudystin

Leygardagin skal TB spæla stevnudyst móti EB/Streymi, og einki er at ivast í, at tvøramenninir ætla sær eina endurtøku av sigrinum fyrr í ár.
Og til dystin hevur TB alt fólkið tókt. Óli Johannesen vandi ikki hósdagin, men tað verður tó roknað fyri vist, at hann fer at verða tøkur kortini. Og so er langtíðarskaddi Daniel Nyarko einsta fráveran.
Hjá EB/Streymi tykist støðan við fólki eisini at vera heilt góð. Í mun til seinasta vikuskifti eru bæði Ólavur Poulsen og Esmar Eiðisgarð nú aftur við í hópinum, og tað merkir eftir øllum at døma, at Egil Zachariassen og Johan á Stongum ikki eru við hesaferð.
Nú talan er um stevnudyst, verður sjálvandi steyp latið vinnaranum. Dysturin byrjar kl. 17.45.