TB framvegis einki mist í Trongisvági

Tríggjar ferðir hevur TB spælt landskappingardyst á nýggja heimavøllinum við Stórá í Trongisvági, og tríggjar ferðir er TB farið av vøllinum við øllum stigunum.

Í dag vitjaði HB, og fyri fyrstu ferð í 21 ár eydnaðist tað TB at vinna á HB.

Leingi sá tað út til, at talan skuldi verða um orduligt skrædl. TB var frammanfyri við trimum málum eftir 1. hálvleik, og hóast HB royndi at svara aftur fyrstu løtuna eftir steðgin, so eydnaðist tað TB at økja um leiðsluna til 4-0. Tann støðan helt sær, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá svaraði HB aftur tvær ferðir. Tað kom kortini ikki rættuligur spenningur í, og TB fagnaðurin var stórur, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð.

Bojan Timic ob Gilli Sørensen skoraðu tvey mál í part fyri TB, sum við trivaliga sigrinum staðfesti, at ætlanin hjá 120 ára gamla aldursforsetanum er alt annað enn at vera við í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.

Hjá HB sær tað ikki væl út í verjupartinum. Hetta var triðja ferðin á rað, at fýra mál fóru ígjøgnum. Fyrst var tað í 4-1 steypatapi á útivølli ímóti EB/Streymi, so var tað í 4-1tapinum á heimavølli ímóti ÍF, og aftur í dag fóru fýra mál ígjøgnum, tí TB vann 4-2.

 

TB-HB 4-2 (3-0)

1-0: Bojan Timic 5.

2-0: sjálvmál 18.

3-0: Gilli Sørensen 32.

4-0: Bojan Timic 63.

4-1: Jákup Slættalíð 78.

4-2: Jógvan Andrias Nolsøe 83.

Dómari: Petur Reinert

TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Gunleif Olsen - Dan Mortensen (Poul Ingason, 61.), Rógvi Joensen, Martin Tausen (Bárður A. Dimon, 72.), Gilli Sørensen - Bojan Timic, Igor Grkajac (Teitur Justinussen, 82.)

Gult kort: Rógvi Joensen, Gilli Sørensen

HB: Teitur Gestsson - Vagnur Mohr Mortensen, Jákup Slættalíð, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen (Tróndur Jensen, 77.), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen (Jógvan Rói Davidsen, 77.) - Andrew av Fløtum, Hendrik Rubeksen (Jógvan Andriasl Nolsøe, 46.)

Gult kort: eingin

 

Liðugt!

90 min.

4-2

 

85 min.

4-2

So hevur HB eftir lítlari løtu skorað tvær ferðir, og harvið verður síðsta løtan meiri spennandi, enn tað leingi sá út til, at hon skuldi verða. Jákup Slættalíð og Jógvan Andrias Nolsøe vóru málskjúttar hjá HB.

 

70 min.

4-0: Bojan Timic

Heldur enn at HB skal fóta sær, so vendir tað tann vegin, at TB fer at vinna stórsigur. Nú hevur Bojan Timic økt um leiðsluna, so hon er 4-0. Væl upplagdi álopsspælarin sneiddi inn frá høgru og framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann við vinstra beini sendi bóltin í handara síðunetið!

 

65 min.

3-0

Hóast HB legði bragdliga fyri eftir steðgin, so er tað í løtuni einki, sum bendir á, at tað skal eydnast havnarmonnunum at koma fyri seg aftur við Stórá í Trongisvági. TB er framvegis á odda 3-0!

 

55 min.

3-0

HB hevur fyrstu løtuna eftir steðgin tikið sær aðrar partar fyri enn í 1. hálvleiki. HB hevur verið oman á fyrstu fimm minuttirnar, og eftir innlegg hava teir havt bóltin á stólpanum aftanfyri Ivan Stojkovic, men støðan er framvegis 3-0.

 

Hálvleikur

45 min.

3-0

Teir eru farnir at hvíla seg við Stórá í Trongisvági. HB venjarin Sigfríður Clementsen hevur nógv at tosa um við sínar spælarar. TB er á odda 3-0, og teir á heimaliðnum hava verið nógv grammari og meiri ágangandi enn HB liðið hevur verið.

HB hevur havt einstakar møguleikar, og TB hevur havt fleiri møguleikar enn teir tríggjar, sum hava borið mál við sær. Eitt nú sendi væl upplagdi Gilli Sørensen, sum hevur skorað tvey mál, eina ferð bóltin í tvørtræið aftanfyri HB málverjan.

 

35 min.

3-0: Gilli Sørensen

Nógv skal venda øðrvísi, tá ið hesin dysturin verður liðugur, enn tað nú ger, um HB ikki fer norður aftur um Suðuroyarfjørð sum av torvheiðum. Tíggju minuttir undan steðginum er TB frammanfyri 3-0! Triðja málið skoraði Gilli Sørensen, tá ið hann sendi fríspark av brotsteigarmarkinum og beinleiðis í málið aftanfyri Teit Gestsson.

HB hevur misnýtt tveir møguleikar, meðan TB bæði hevur havt leikliga yvirvág og sera stóra úrtøku burtur úr málmøguleikunum.

 

Nú 1. hálvleikur er hálvrunnin við Stórá í Trongisvági, har HB vitjar, bendir alt á, at TB enn eina ferð skal standa seg ógvuliga væl á nýggja heimavøllinum.

HB er um ein háls, tí TB er frammanfyri 2-0!

Bojan Timic setti hol á beinanvegin, og síðani hava álopini skolað ímóti HB málinum. Tá ið stórt korter var farið, økti skjóti miðvallarin Gilli Sørensen um munin.

HB er skelkað!

 

TB-HB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Gunleif Olsen - Dan Mortensen, Rógvi Joensen, Martin Tausen, Gilli Sørensen - Bojan Timic, Igor Grkajac

HB: Teitur Gestsson - Vagnur Mohr Mortensen, Jákup Slættalíð, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Hendrik Rubeksen