TB flytur upp

Broytingar í 1. deild hjá monnum hava nú við sær, at 2. deildarliðið hjá TB sleppur at spæla í 1. deild í vetur. Orsøkin er, at Fleyr hevur valt at tikið annað av sínum mansliðum úr 1. deild, og tá pláss var fyri einum liði aftrat í deildini, slapp TB upp. Og samstundis sum TB sleppur upp, er eisini blivið pláss fyri einum liði aftrat í 2. deild, og tað plássið fær nú Nøvan. Bæði fyri 1. og 2. deild er gjørd nýggj kappingarskipan, sum lagar seg eftir hesum broytingum, og somuleiðis hava tær við sær, at dagfestingarnar fyri onkrar dystir eru farnar, so har hevur Flogbóltssambandið heitt á feløgini um at finna nýggjar dagfestingar fyri teir dystirnar. Annars heldur kappingin fram eftir nýggju skipanini.