Elsta fótbóltsfelagið í landinum, TB av Tvøroyri, hevur nú fingið nýggjan venjara til komandi kappingarár.
Talan er um danan, Lynge Nielsen, sum tó er gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Hann var í 1990 venjari hjá fótbóltsfelagnum Royn í Hvalba.
Heri Mortensen, formaður í TB, sigur við Sosialin, at enn eru tó smálutir, sum endaliga skulu koma uppá pláss í sáttmálanum millum TB og Lynge Nielsen.
Formaðurin í TB ásannar tó, at hann í roynd og veru veit ógvuliga litið um komandi venjaran felagið hevur ognað sær.
-Samstarvaavtalan millum TB og Lynge Nielsen er komin í lag gjøgnum nakrar av eldru leikarunum í TB, sum minnast Lynge frá tíðini hann vandi Royn, sigur Heri Mortensen við Sosialin.
Á Tvøroyri, sum alla aðra staðni í landinum, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarári fyri langari tíð síðani farnar í gongd og sum heild hevur formaðurin í TB góðar vónir.
-Vónirnar eru altíð góðar. Vit gjørdust nummar trý í næstbestu deildini í fjør, men í ár hava vit ætlanir um at koma enn longur upp á stigatalvuna.
Spurningurin er bara, um vit klára at halda uppá sama fólki, sum undanfarna kappingarár, sigur Heri Mortensen.
Leysatíðindi hava seinastu tíðina gingið um, at Tórður Holm, sum seinasta kappingarár spældi fyri VB skal koma aftur til TB. Men sæmbart formanninum í TB, Hera Mortensen, hava teir ikki hoyrt nakað frá Tórði Holm. Men hann leggur aftrat, at Tórður og aðrir altíð eru vælkomnir í felagið.
Hvussu er og ikki, so er framvegis langt á mál, um Tvørámenn ætla sær at røkka somu hæddum, sum teir vóru á fyrr.
Tá var so at siga gerandiskostur at FM heitið endaði í Suðuroynni, men síðani seinasta meistaraheitið varð vunnið í 1987m hevur tað verið dekan ov langt millum snapsirnar.