TB fingið kendan venjara

Sigfríður Clementsen hevur í dag undirskrivað sáttmála við TB at vera venjari restina av hesum kappingarárinum fyri fyrst.

 

Tað var mikudagin, at Robert F. Roelofsen, boðaði Tvøroyar Bóltfelag frá, at hann hevði sagt seg úr starvi.

 

Sigfríður Clementsen sigur við Miðlahúsið, at hann flytur suður, nú hann er settur sum venjari hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.

 

Sigfríður Clementsen hevur drúgvar royndir sum venjari. Seinastu trý árini hevur hann verið venjari hjá Víkingi. Áðrenn tað hevur hann roynt seg sum venjari hjá B36, HB, EB/Streymi, AB og ÍF. Hann hevur vunnið FM bæði við EB/Streymi og B36, hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir og hevur klárað seg stak væl í evropiskum kappingum við liðum sínum.

 

Nú er avbjóðingin tó ein heilt onnur, tí TB liggur í tyngra endanum av Effo-deildini. Í løtuni liggur felagið á 8. plássið við 10 stigum.

- Hetta verður ein øðrvísi avbjóðing fyri meg. Í Evropa eri eg vanur at vera underdog. Eg havi hug at royna meg í hesum leiklutinum í føroyskum fótbólti eisini, sigur Sigfríður Clementsen við Miðlahúsið.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin.