TB ferðast við stórum sjálvsáliti

Skálamen, sum skifta miðverja ídag, ásanna, at tað er á heimavølli, at teir skulu vinna sigrarnar

Eftir at fótbóltslagið hevur verið framúr á Tvøroyri síðani mikudagin, tá ið tað eydnaðíst at vinna heimadystin ímóti NSÍ 2-1, eru armarnir komnir niður aftur í TB leguni.

-Spælararnir vístu framúr hugburð og stríðsvilja, og tað gav úrslit. Um teir í dag vísa sama avrik, so rokni eg við góðari úrtøku á Skála, sigur TB venjarin Robert F. Roelofsen.

Ímóti NSÍ var TB meiri verjukent í útgangsstøðu, enn TB annars hevur verið, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini í dag á útivølli.

Rógvi Joensen er tøkur aftur, eftir at hann mikudagin var burturstaddur.

 

Skálamenn eru nøgdir við, at tað tvær tær síðstu ferðirnar er endað við javnleiki á útivølli. Teir ásanna, at tað er fyrst og fremst á heimavølli, at sigrarnir skulu vinnast:

-Vit verja væl, meðan tað gongur eitt sindur striltið at fáa tyngd og brodd í álopið. Tað arbeiða vit uppá, og vit vóna, at tað fer at rigga væl ídag, sigur Andras Gango, málverjin.

Tað er neyðugt hjá Skála at umskipa verjuna í dag. Orsøkin er tann, at annar av miðverjunum, Fritleif í Lambanum, í málleysa javnleikinum á Argjum hóskvøldið sá gula kortið fyri fjórðu ferð og tískil er leikbannaður ídag.