TB fær serbiskan styrk

Væntandi koma tveir serbar í hesi vikuni til Tvøroyrar, har teir skulu styrkja um liðið hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.

Í hesum døgum leggja fótbóltsfeløgini kring landið seinastu hond á fyrireikingarnar til fótbóltsárið, sum fer av bakkastokki í komandi mánað. Nýggja liðið í 1. deild, TB, hevur í hesum sambandi styrkt sær um møguleikarnar fyri at yvirliva í deildini við at fáa fatur á tveimum serbiskum leikarum.

Málverji og verjuleikari
Teir báðir serbarnir koma til Føroya væntandi í hesi vikuni, og talan er um ein málverja og ein verjuleikara.
Málverjin eitur Predrag Markovic, og hann er 28 ára gamal. Markovic spælir í løtuni við einum liði í triðfremstu deildini í Serbia, men hann hevur eisini spælt í fremstu og næstfremstu serbisku kappingini.
Verjuleikarin, sum fær í næstum, eitur Ace Petrovic. Hann er 29 ára gamal, og eins og nýggi málverjin spælir hann í løtuni við einum liði í serbisku 3. deild, men eisini hann hevur roynt seg í teimum báðum ovaru deildunum í Serbia.
Bjarni Mortensen, formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, sigur, at felagið hevur fleiri góðar og ungar spælarar, men at tørvur er á nøkrum royndum kreftum, um liðnum skal verða lív lagað í bestu deildini. Tí hevur TB fingið sær fatur á teimum báðum serbunum, sum teir vóna fara at styrkja liðið munandi.
Tað er eisini ein sannroynd, at nú kappingarárið verður longt, er neyðugt hjá feløgunum at hava ein rímuliga breiðan hóp, og tí kemur tilgongdin av teimum báðum serbunum væl við hjá TB.

Seks útlendingar
Tá ið teir báðir, Predrag Markovic og Ace Petrovic, eru komnir til Tvøroyrar, eru ikki færri enn seks útlendingar í hópinum hjá TB.
Umframt teir báðar nýggju serbarnar, er talan um Alexander Jovevic, ið er komin úr NSÍ, og so ghanesarnar Larby og Nyarko, og Predrag Zivkovic, ið allir tríggir vóru við í fjør. Bjarni Mortensen greiðir frá, at allir seks hava ikki loyvi til at verða á vøllinum í senn, tí sambært lógini kunnu bert fimm teirra verða á liðnum samstundis.
Á Tvøroyri eru teir langt síðani farnir undir venjingarnar undir leiðslu av nýggja venjaranum, Milan Milanovic, og sum skilst eru menn stak væl nøgdir við nýggja venjaran. Í løtuni verður vant einar seks ferðir um vikuna, og millum 15 og 20 mans eru til venjing hvørja ferð.
Formaðurin í fótbóltsdeildini hjá TB, Bjarni Mortensen, sigur, at málið hjá TB fyri komandi kappingarár er fyrst og fremst, at liðið verður verandi í fremstu deildini. Hann leggur afturat, at við tí fólki, sum TB hevur, eru vónirnar um framhaldandi lív í fremstu deildini eisini góðar.