Simon Søndergård Rasmussen verður nýggjur í verjuni hjá TB til komandi kappingarár. Hann kemur úr Kjellerup, sum spælir í Danmarksseriuni. Hann hevur eisini eina fortíð í Viborg. Hann sigur eisini við TB.fo, at hann kann spæla á øllum plássum í verjuni, men trívist best sum miðverji.
- Eg síggi fram til at gerast ein partur av TB, og at royna meg sum spælara í føroyskum fótbólti. Málið er at fáa brúkt mínar dygdir og at gera mun á liðnum. Eg gleði meg at spæla dystir á høgum støði, og at avrika so gott sum gjørligt, og samstundis menna meg sum spælara og sum menniskja, sigur hann við TB.fo.
Hann hevur eisini sett sær nøkur mál fyri komandi kappingarár, har hann ætlar sær at vinna nógvar dystir.
- Vónandi fara vit at vinna eina rúgvu av dystum, og enda so ovarliga á stigatalvuni sum gjørligt. Annars vóni eg, at vit sum lið fara at spæla góðan fótbólt, so at vit kunnu arga toppliðini. Harafturat kundi tað verið stuttligt at komið lagt í steypakappingini, sigur Simon S. Rasmussen.
TB skrivar:
Navn: Simon Søndergård Rasmussen
Alder: 20 ár
Persónlig mál fyri komandi kappingarár:
Eg síggi fram til at gerast ein partur av TB, og at royna meg sum spælara í føroyskum fótbólti. Málið er at fáa brúkt mínar dygdir og at gera mun á liðnum. Eg gleði meg at spæla dystir á høgum støði, og at avrika so gott sum gjørligt, og samstundis menna meg sum spælara og sum menniskja.
Mál fyri liðið komandi kappingarár:
Vónandi fara vit at vinna eina rúgvu av dystum, og enda so ovarliga á stigatalvuni sum gjørligt. Annars vóni eg, at vit sum lið fara at spæla góðan fótbólt, so at vit kunnu arga toppliðini. Harafturat kundi tað verið stuttligt at komið lagt í steypakappingini.
Yndis pláss á vøllinum:
Eg kann spæla allastaðni í verjuni, men mær dámar best at spæla í miðverjuni.