Úrtøkan hevur verið rættiliga misjøvn seinastu ferðirnar hjá TB og ÍF, sum seinnapartin hittast á Sevmýri. Burturúr fýra teimum seinastu umførunum hevur TB fingið 4 stig við málmuninum 4-3. Burturúr fýra teimum seinastu umførunum hevur ÍF fingið 10 stig við málmuninum 14-0!
ÍF er nummar trý og væl við í kappingini um plássið í Formula deildini, sum teir mistu í fjør.
TB er 9 stig frá uppflytingarplássi. Um tað eydnast ÍF at vinna á Sevmýri, verður tað torført at ímynda sær TB sum evni at vera við í kappingini um uppflyting.
Mikukvøldið var tað stórt vónbrot hjá TB, tá ið tað eydnaðist næstbesta HB liðnum at fara av Sevmýri við 2-0 sigri.