TB er í tungum sjógvi

Við 1-0 sigri á útivølli ímóti TB tryggjaði EB/Streymur sær plássið í bestu deildini

Tað er gott lag umborð á Smyrli, sum er á veg norður um Suðuroyarfjørð.

 

EB/Streyma ferðalagið er umborð, og í viðførinum hava tey trý stig. EB/Streymur vann í dag 1-0 við Stórá í Trongisvági, og tey trý stigini bera við sær, at tað nú er greitt, at EB/Streymur eisini í 2024 verður í bestu deildini.

 

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 24 stig, og tað eru níggju stig aftur til ÍF, sum saman við AB er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Einasta málið við Stórá í dag skoraði vongverjin í høgru Bergur J. Poulsen, sum nú hevur skorað trý mál í heyst. Tað var eftir stutt hornaspark og innlegg frá vongverjanum í hinum borðinum Virgari Jónsson, at Bergur skoraði sigursmálið.

 

Í TB leguni er vónbrotið stórt. Tapið í dag ber við sær, at TB framvegis er í stórum vanda fyri at flyta niður. TB hevur 16 stig, og tað er bara eitt stig aftur til ÍF og trý stig aftur til AB og aftasta plássið.

 

-Vit eru sera vónbrotnir, men vit hava ikki mist mótið. Nú taka vit hugburðin frá dystinum í dag við okkum, og vit halda avgjørt, at tað fer at eydnast okkum at halda tørn um plássið røttu megin strikuna, sigur TB liðformaðurin Salmundur Bech.

 

Um eina viku fær TB vitjan av HB og eftir landsliðssteðgin verður tað av álvara lykladystur, tá ið ÍF í næstsíðsta umfari fær vitjan av TB, sum í síðsta umfari fer at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.