Teir eru larmandi og skrálandi. Teir eru festligir, hittinorðaðir og bersøgnir. Teir eru heilt einfalt teir bestu føroysku áskoðararnir í føroyskum fótbólti í 2012, um enn onkur hevði tíðum ynskt, at "Einherjar" orðaðu seg eitt sindur bleytari.
TB-spælararnir hava notið gott av tí ótrúliga uppbakkninginum Einherjar hava givið teimum til bæði heima og útidystir.
Sunnudagin var uppbakkningurin til TB framúr, og tá tvørámenn skoraðu til 1-3 ímóti HB ljóðaði tað næstan, sum talan var um eitt sigursmál.
Einherjarnir, Helgi Eidesgaard og Bjarni Mortensen vitjaðu sendingina "3. hálvleikur" á Rás2 leygardagin. Tað gjørdu formaðurin í TB, André Dalfoss, og frásøgumaðurin á netvarpinum hjá Suðurrás, Niels Petersen eisini. Tað minniliga prátið kann hoyrast undir greinini.
Vit filmaðu eisini tvær kykmyndir. Eina av Einherjum í Gundadali, og eina av Niels Petersen meðan hann segði frá dystinum millum HB og TB á netvarpinum hjá Suðurrás.