Óli Johannesen er sum einasti spælarin í 1. deild tikin út til a-landsliðið, sum sunnudagin skal spæla venjingardyst ímóti Póllandi. Hetta hevur nú við sær, at FSF framskundar dystin ímillum TB og Royn, sum eftir ætlan skuldi verða spældur leygardagin. Ístaðin verður dysturin spældur mikukvøldið. Páll Augustinussen dømir dystin, sum verður spældur á Sevmýri. Frammanundan eru allir dystirnir í Formuladeildini eisini framskundaðir til mikukvøldið orsaka av landsdystinum sunnudagin.










