TB-Dráttur 3-0 (25-15, 25-15, 25-11)
Undan dystinum í Trongisvági lá Dráttur á odda saman við ÍF í bestu kvinnudeildini, meðan TB lá beint í hølunum á teimum bert tvey stig aftanfyri. Hesi bæði liðini hava tó ikki havt ta allarbestu gongdina síðstu dystirnar. Mikukvøldið tapti Dráttur á heimavøllli fyri botnliðnum, Mjølni, men eisini TB tapti sín seinasta dyst, tá SÍ vann á teimum í Sørvági síðsta sunnudag. Tí høvdu bæði liðini brúk fyri stigunum fyri at koma aftur á røttu kós.
Einki ivamál um sigurin
Toppdysturin í Trongisvági bleiv tó ongantíð spennandi. TB var snøgt sagt nógv betri enn Dráttur, og liðið úr Vágunum kom slett ikki við í dystin. TB legði hart út, og í fyrsta setti vunnu kvinnurnar av Tvøroyri 25-15.
Í øðrum setti fekk Dráttur somu viðferð. TB var aftur væl betri, og enn einaferð megnaði TB at hølva Drátt av. Úrsltið gjørdist aftur 25-15 til TB. So skuldu liðini bæði í gongd við triðja sett, og hetta vísti seg eisini at gerast síðsta settið í dystinum. Her fekk Dráttur ikki ein fót fyri seg, og TB vann heili 25-11 í síðsta setti.
Alt liðið hjá TB spældi ein ótrúliga góðan dyst. Tær løgdu stórt trýst á Drátt við góðum og høðrum servum, og so royndu tær at halda trýstið við ágangandi álopsspælið. Móttøkurnar hjá TB vóru eisini ótrúliga góðar, og tí blivu møguleikarnir hjá álopinum nógv størri. Í triðja setti valdi TB eisini at geva fleiri av heilt ungu leikarunum møguleikanum, og hesar kláraðu tað sera væl.
Hjá Drátti kom ósigurin illa við. Tær hava nú tapt tveir dystir á rað, og liðið sær ikki út til at koyra alt ov væl í løtuni. Leggjast skal tó afturat, at ein av royndu leikarunum. Helga Nordendal, hevur ikki verið við síðstu tveir dystirnar, men um hetta er grundin til tapini skal vera ósagt.