TB bjóðar SÍ av

Í vetur hevur SÍ bara tapt tveir dystir, og teir hava báðir verið ímóti TB, ið støðugt hevur tikið seg fram og nú rættiliga bjóðar av

Flogbóltur: Kappingin í Eik-liguni hjá kvinnum hevur koyrt í einum og sama spori frá fyrstu løtu. Beinanvegin fór SÍ avstað, og síðani hevur tað bara verið ein spurningur um, hvat annað lið skuldi sleppa í finaluna. Fleiri hava ligið framvið, men tá avtornaði, var tað TB, ið kom stormandi fram og tók finalussessin.
At TB óivað eisini er tað av hinum liðunum, ið best er ført fyri at bjóða SÍ av, hava úrslitini í vetur víst. Og ikki minst tann sannroynd, at SÍ bara hevur tapt tveir dystir alt kappingarárið, og at tað báðar ferðir hevur verið ímóti júst TB.
Her stendur nógv upp á spæl, tí SÍ kann vinna triðja meistaraheitið á rað, meðan tað hjá TB kann gerast talan um at vinna tað fyrsta síðani 2002!

Karin verður klár
Stóri spurningurin hjá SÍ hevur verið, um tað fór at eydnast Karini Mikkelsen at gerast klár til FM-finalurnar. Hon meiddi sær fótin beint undan steypafinaluni, men spældi kortini, eins og hon gjørdi tað, tá TB vitjaði í Sørvági.
– Jú, Karin er klár aftur og hevur vant við okkum hesa vikuna, og eisini allar hinar eru klárar. Nú hava vit verið nummar eitt í allan vetur, so eingin orsøk er at helma í, til alt er vunnið, sigur hevarin hjá SÍ, Annika á Stongum.
– Vit skulu hava góðar móttøkur, so vit fáa steðgað serliga Gudrid Nolsøe, ið servar væl hjá teimum. Fáa vit tikið væl ímóti, kann eg heva í allar ættir, tí vit hava gott álop um allan vøllin.

Brúka breiddina
Hjá tvørakvinnum eru allar klárar uttan Bára Jacobsen, sum hevur fingið ein snudd og er ivasom. Men Gudrid Nolsøe heldur kortini breiddina vera tað berandi hjá liðnum.
– Vit skulu hava góðar servur og góðar móttøkur, umframt at vit skulu brúka ta góðu breiddina, vit hava, tí vit hava nógv gott fólk, sigur spælandi TB-venjarin.
– Nú hava vit vunnið tveir av trimum dystum ímóti SÍ, so tað skuldi sjálvandi givið okkum neyðuga sjálvsálitið undan finalunum. Tað ætla vit at taka við okkum og brúka.