TB vann sín fyrsta dyst í steypakappingini um Løgmasssteypið á hesum sinni. Tvøroyrarmenn vunnu 2-1 á EB/Streymi, men spenningur var til síðstu løtu, tí TB fekk ikki sigursmálið fyrr enn í seinasta minutti.
TB legði seg framum stutt fyri steðgin, tá ungi leikarin Rasmus Nolsøe gjørdist leysur við málverjanum. Hann skoraði trygt og TB hevði eitt gott útgansstøði til seinna hálvleiki.
EB/Streymur svaraði tó aftur, og tað var aftur ein blaðungur leikari, ið setti bóltin í netið. Hesuferð var tað Marni Djurhuus, sum javnaði fyri sundalagsmenn.
Sutt fyri leiklok var tað ein av útlendsku leikarunum hjá TB, ið avgjørdi dystin. Alexander Radosavlevic hevði seinasta fótin á bóltinum, tá bert ein minuttur var eftir at spæla. TB tryggjaði sær harvið trý stig í fyrsta dystinum í bólkaspælinum.
FS Vágar tók stig frá GÍ
Silvurvinnararnir frá í fjør, GÍ, var á vitjan í Vágunum, og gøtumenn vóru favorittar undan dystinum.
Tað var gamla landsliðshetjan Albert Ari Thomassen, sum legði heimaliðið framum eftir eitt korter, men tíggju minuttir fyri steðgin javnaði Bartal Eliassen fyri GÍ. Einki mál kom eftir steðgin, og dysturin endaði við javnleiki.
Gøtumenn komu sostatt ikki serliga væl frá byrjan í hesari steypakappingini, men liðið er framvegis stórfavorittur at vinna bólkin. Í Vágunum munnu tey hinvegin hava góðar vónir um at vinna 2. deild í ár.