Ein dystur varð spældur í næstbestu mansdeildini í fótbólti um vikuskiftið. Hesin var millum Víking og TB, og tað eydnaðist tvørmonnum at vinna dystinum 2-1. Sum so hevur úrslitið ikki tí heilt stóru ávirkanina, tí TB liggur væl og virðiliga á 4. plássinum í deildini, meðan Víkingur á 5. plássi so ruddiliga er leyst av niðurflytingarvandanum, og tað var sum eisini fremsta málið hjá teimum undan kappingarbyrjan.










