TB-arnir hava uppiborið eina góða sodavatn nú (FM1)

(FM1) Hoyr ein væl nøgdan høvuðsvenjara hjá TB, Michael Winther og ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Eyðun Klakstein seta orð á 0-0 javnleikin í Sarpugerði

##med2##

Aldursforsetin hevur fingið fyrsta stigið í hesum kappingarárinum við góðum 0-0 javnleiki á útivølli móti Víkingi.

Týski høvuðsvenjarin hjá TB, Michael Winther er sera fegin um góða javnleikin og góða hugburðin spælararnir vístu í dag. Hann heldur avgjørt, at spælararnir hava uppiborið eina góða sodavatn umborð á Smyrli á veg suður.

Ólíka er hjá høvuðsvenjaranum hjá Víkingi, Eyðuni Klakstein sum sá tvey stig renna út í sandin í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Michael Winther og Eyðun Klakstein aftaná dystin. 

(Samrøður: Michael Winther og Eyðun Klakstein)