TB á annað plássið

TB vann sannførandi sigur, tá tær vitjaðu hjá Mjølni í KI-høllini í meistaradeildini hjá kvinnum

Mjølnir-TB 0-3 (14-25, 21-25, 30-32)


Toppur og botnur møttust í meistaradeildini hjá kvinnum í vikuskiftinum, tá Mjølnir tók ímóti TB. TB hevur havt sera gott tak á Mjølni í ár. Liðini møttust tvær ferðir í grundspælinum, og í báðum dystunum vann TB tryggan 3-0 sigur.
Í dystinum um vikuskiftið var heldur eingin slingur í valsinum hjá TB. Enn einaferð var talan um tryggan 3-0 sigur til tvørákvinnur., og serliga í fyrsta setti var klassamunur á liðunum. Her legði TB hart út, og sum settið leið øktu tær bara um leiðsluna. Hetta settið endaði 14-25.
Í øðrum setti var Mjølnir betur við. Her gekk heldur meir javnt á, men TB tóktist vera heldur oman á í hesum settinum eisini. Tað eydnaðist eisini hjá TB at vinna hetta settið. Úrslitið gjørdist 21-25.
Var munurin stórur á liðunum í fyrsta og øðrum setti, so gjørdist 3. sett hinvegin ein sannur gysari. Her fylgdus liðini allan vegin, og tey máttu eisini væl út um tey 25 stigini, áðrenn ein vinnari var funnin. Enn einaferð var TB drúgvari, og tær vunnu 30-32.
Við sigrinum hava tær vunnið seg upp á næstfremsta pláss í deildini.