TB: Aldursforsetin er til reiðar at bjóða av

Tað er nógvar broytingar í TB, sum hevur fingið eina innrás av útlendskum spælarum

Tað er spennandi tíðir í Trongisvági, har TB fyrireikar seg til komandi kappingarár. Tað verður vant óvanliga nógv og fleiri nýggj andlit eru at síggja á vøllinum. Eitt nú hevur felagið fingið nýggjan venjara.

Talan er um týskaran Michael L. Winter, sum hevur roynir úr donskum fótbólti, har hann hevur fingið fýra spælarar við til felagið. 19 ára gomlu Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kroner, 25 ára gamla málverjan, Frederik Mehder og 24 ára gamla áleyparan Mads Raben, sum er komin úr Dalum. Eisini eru Musah Akmah og Samuedeen Musah komnir úr Ghana.

- Michael vil hava okkum at spæla skjótan og álopsinnaðan fótbólt. Vit eru komnir til, at vita skulu hava fleiri stig og skora fleiri mál enn í fjør. Venjarin hevur tvey ára sáttmála og hann vil byggja upp á langsikta. Fara vit eitt pláss upp á stigatalvuni, so er tað bara eitt bonus, sigur Poul Ingason.

Nakað av frágongd er eisini. Milos Budakovic er farin til ÍF, meðan Luc Michael Jeggo, Ivan Ivanovic og Veljko Vukovic eru farnir av landinum aftur. Hartil er lokali miðvejrin, Teitur Olsen, heldur ikki við komandi kappingarár.

Venja meir enn nakrantíð

Hevur tú gingið ein túr í Trongisvági týsmorgun ella hósmorgun, so hoyrist spæl og gangur á vøllinum við Stórá. Nýggi venjarin hjá TB hevur skipað fyri morgunvenjingum. 

- Hann er ein fantastiskur venjari. Tað sært tú á hvussu hann skipar venjingarnar. Hann ger tað eftir okkara tørvi og eftir hvat vit klára. Vit venja ikki ov nógv, men heldur ikki ov lítið, sigur 24 ára gamli Poul Ingason.

##med2##

Poul Ingason er uppvaksin í TB og er ein av teimum lokalu spælarunum. Hann er hálvur tvøramaður og hálvur hvalbingur. Í løtuni býr hann í Hvalba og skal venja seg við at skula tíðliga upp at venja.

- Venjingarnar eru ikki ov harðar, men vit venja nógv. Eg havi spælt her í níggju ár, men eg havi ongantíð upplivað her suðri, at vit venja um morgunin. Tað hevur nýggi venjarin innført og tað er gott at prøva, sigur Poul Ingason.

Fyrsta royndin hjá TB verður móti NSÍ á útivølli. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 6. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1