Ein altjóða dómstólur undir ST hevur fyrrapartin dømt fyrrverandi liberiska forsetan Charles Taylor 50 ára fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk. Talylor varð dømdur sekur fyri einum mánað síðani men revsingin er ikki ásett fyrr enn í dag.
Dómstólurin sigur, at Charles Taylor hjálpti bólkum, sum framdu óvanliga grov krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Sierra Leone. Sagt verður, at tað var full semja ímillum dómararnar at áseta revsingina til 50 ára fongsul.
Tann 64 ára gamli Taylor blundaði, meðan dómarin las revsingina, skrivar Reuters úr Haag.