Á tingfundinum í morgin verður fyrsta viðgerð av tingmáli um at broyta lógina um hýruvongskoyring soleiðis, at hýruvognar fara at nýta taxametur.
Tað er landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum hevur lagt málið fram. Hann sigur í viðmerkingum til uppskotið, at ynski er frammi um at fáa eina broyting í sjálvari lógini, sum heimilar kommununum, at hýruvognar í kommununum kunnu nýta gjaldmálara (taxametur) sum gjaldshátt.
– Hýruvognsnevndir í størru kommununum hava hesa seinastu tíðina havt ynski um, at broytingar verða framdar í lóggávuni innan hýruvognskoyring. Lóǵggávan er nakað gomul, og ynskiligt er at fáa framt eina dagføring innan ávís øki. Nevnda hýruvognsnevnd hevur við jøvnum millumbilum havt fundir við umboð fyri bilstøðirnar í kommununi um hesi viðurskifti, og hevur kommunan havt ta fatan, at eisini vinnan saknar dagføring av lóggávuni, sigur hann.
Fundur hevur verið millum umboð fyri Vinnunevndina í Tórshavnar kommunu og Vinumálaráðið um nevndu lóggávu og tey ymsu ynski, sum hýruvognsnevndin ynskti broytt:
At landsstýrismaðurin kann loyva bý- og bygdaráði at seta í gildi skipan, har hýruvognar í kommunununi nýta gjaldmálara sum gjaldshátt, umframt í undantøkum at hava seravtalur um avtalaðar prísir, uttan nýtslu av gjaldmálara.
Vinnumálaráðið metir, at her er talan um framburð, og er tí hetta uppskot gjørt.










