Tatoveringar á Listasavninum

Majbritt “Lille-Ole” Petersen er Føroya fyrsti yrkistatovørur, rekur elsta tatovørstaðið í heiminum – og hon hevur skrivað eina bók um sjómanstatoveringar.

Í sambandi við serframsýningina Havið varpa vit ljós á tilknýtið millum havið og tatoveringar. Vit hava biðið føroya fólk senda okkum myndir av tatoveringum, sum hava samband til havið, og hesar verða sýndar fram í forhøllini

Enn ber til at senda okkum myndir: info(at)art.fo skrivar Listasavn Føroya á sínum facebook vanga.,

Nú ber eisini til at síggja myndir, sum Majbritt hevur teknað. Myndirnar eru partur av eini flottari bók, sum snýr seg um gamlar frásagnir og symbol í sjómanstatoveringum. Bókin verður eisini sýnd framhyggja 

Á savninum ber til  at øllum teimum fjølbroyttu tatoveringunum og les frágreiðingar um myndevnini

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16

Hetta er partur av stóru framsýningini havið, sum er á Listasavninum, har hesi listafólk sýna fram: 

Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Torbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen, Tóroddur Poulsen o.o

Meira sæst á art.fo