Tatovering avdúkaði dráp

25 ára gamli, Anthony Garcia, kann nú verða dømdur fyri drápið á 23 ára gamla, John Juarez. Tað er egna tatoveringin, sum Anathony hevur á bringjuni, ið hevur avdúkað hann. Fýra ár eftir, at eitt dráp varð framt í Los Angeles, varð drápsmaðurin, Anthony Garcia, funnin. Tað var einki minni enn egna tatovering hansara á bringjuni, sum avdúkaði illgerðina.

Maðurin varð handtikin undir regluligum ferðslukanningum hjá løgregluni í Los Angeles.

Kanningarnar vístu, at Anthony Garcia hevði fingið tatoverað staðið, mynd av offrinum og ymiskar smálutir í sambandi við drápið av John Juarez. Nú kann Anthony verða dømdur lívlanga fongsulsrevsing.

Í samfull fýra ár royndi løgreglan at loysa drápsgátuna, tá 23 ára gamli, John Juares, varð myrdur.

Tann, sum hevði málið um hendi, Kevn Lloyd, brúkti tað sum sína rutinu í slíkum kanningum, at eftirkanna tatoveringar, sum fólk í brotsmannaliðum hava fingið sær.

Tá løgreglan sá, at tatoveringin hjá Anthony Garcia var rættiliga serstøk, varð maðurin handtikin og nærri kanningar vórðu gjørdar.

Kanningarnar vístu, at maðurin hevði fingið tatoverað á bringuna bæði drápsstaðin, mynd av offrinum og ymiskar aðrar smálutir í sambandi við drápið.

Tað er Los Angeles Times, sum ber hesi tíðindi.