Tass: Russiskt flogfar ræddi Nato-flogfar

Sambært Tass fylgdi eitt Nato-flogfar einum russiskum flogfari, sum hevði landsins verjamálaráðharra umborð.

 

Eitt russiskt hernaðarflogfar hevur jagstrað burtur eitt Nato-flogfar frá flogfari við russiska verjumálaráðharranum umborð yvir Eystursjónum, skrivar tíðndastovan Tass.

 

– Eitt flogfar, sum hevði russiska verjumálaráðharran, Sergej Sjojgu, umborð, var elt av einum Nato F-16 flogfari, tá tað fleyg yvir Eystursjónum, men varð jagstrað burtur av einum russiskum hernaðarflogfari, skrivar Tass.

 

Tíðindastovan skrivar, at Nato-flogfarið hevði roynt at nærkast russiska flogfarinum við verjumálaráðharranum, sjálvt um hetta fleyg yvir uttanveltaðum havøki.

 

Sambært Tass var verjumálaráðharrin áv eg til russiskainnlendisøkið Kaliningrad.

 

Fyri tveimum vikum síðani sendi Russland eitt MiG-31 stríðsflogfar á flog fyri at møta einum norskum eftiransingarflogfari yvir Barnentshavinum.

 

Úr Noreg verður sagt, at slíkir tilburðir eru vanligir.

 

– Norsk Orion-flogfør hava verið í økinum yvir Barentshavinum, so sum tey eru hvørja viku. Talan var um flúgving í altjóða loftrúmi, sigur Ivar Moen, obertsloytnantur, sum er talsamður fyri vápnaðu styrkirnar í Noreg.

 

Russiska verjumálaráðið og russiskar tíðindastovur skrivaðu meira dramatiskt um tilburðinr. Tass skrivaði, at norska flogfarið var eyðmerkt sum eitt anti-kavbátaflogfar P-3 Orion.

 

Samstundis vóru frágreðingar um, at eitt russiskt Su-27 stríðsflogfar svaraði einum B-52 bumbuflogfari flogfari úr USA, tá tað fleyg yvir Eystursjónum.

 

/ritzau/Reuters