Í Danmark hevur Helle Thorning Smith fingið eyknevnið "Gucci-Helle",eftir at hon vísti seg við einari dýrari tasku av merkinum Gucci.
Í Svøríki hevði Mona Sahlin eina reyða tasku fyri 6.000 krónur standandi við føturnar, tá mynd varð tikin av stjórnini og andstøðuni í Svøríki.
Hetta hevur elvt til kjak, um tað er rætt hjá hesum báðum kvinnum at nýta so dýrar taskur. Um manligu politikaranir hava ein flatskerm fyri 15.000 heima í stovuni, hevur ongin nevnt eitt orð um.
Heldur ikki krónprinsessan Victoria er sloppin undan tasku-kritikkinum. Hon er sædd við einari Birkin-tasku, ið ikki sær so nógv út fyri verðini, men kostar millum 60.000 og 120.000 krónur, alt eftir hvussu leingi ein hevur bíðað eftir taskuni.
Pressufólkið hjá krónprinsessuni vóru tó skjót at greiða frá, at Victoria hevði fingið taskuna sum gávu og ikki hevði nýtt peningin hjá skattgjaldarunum til dýru taskuna.