Í morgun kl 08 varð árliga tarvarenningin skotin í gongd í Pamplona í Spania. Hetta hendir á árliga San Fermin Festivalinum.
Túsundtals djørv og spent fólk í eyðkendu hvítu og reyðu klæðunum bíðaðu eftir tarvunum í smølu gøtunum, tá tarvarnir vórðu sleptir leysir í morgun.Tarvarnir renna ígjøgnum býin til tarvafektingarstaðið, og fólk streyma til Pamplona fyri at renna saman við tarvunum.
Longu undir fyrstu renningini komu fýra ungir mans til skaða.
Festivalurin heldur á inntil komandi fríggjadag við tarvarenning, konsertum og gøtuveitslum.
Tarvarenningin í Pamplona hevur kravt 17 mannalív síðani 1911, og hópatals fólk eru komin meiri og minni álvarsamt til skaða.