Tariq Aziz dømdur til deyða

Tariq Aziz, sum var ein av teimum fremstu monnunum hjá Saddam Hussein, varð í dag dømdur til deyða. Undir Flógvakrígnum í 1991 var Tariq Aziz talsmaður fyri irakska stýrið í ST og øðrum altjóða høpi. Hann var tá uttanríkisráðharri, men bleiv seinni varaforsætisráðharri.

Aftan á innrásina í Irak í 2003 gav hann seg yvir til amerikanska herin, sum seinni lat iraksku myndugleikarnar fáa hann.

Dómurin í dag er tann triði, sum Tariq Aziz hevur fingið, síðani hann varð tikin. Sambært irakskari lóg verður ein deyðadómdur kærdur beinleiðis til hægri rætt, men eygleiðarar í Irak siga, at fyrrverandi talsmaðurin hjá Saddam Hussein sleppur neyvan undan gálganum.

Tað serliga við Aziz er, at hann var tann einasti kristni maðurin í stýrinum hjá Saddam Hussein.