Targetmaðurin heldur fram í Giza/Hoyvik

Targetmaðurin hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála í føroyskum fótbólti

Maðurin við kendu útvarpsrøddini heldur fram í Giza Hoyvík komandi ár. Tróndur Arge byrjaði seinasta kappingarár sum áleypari, men endaði sum verjuleikari. Har fann hann seg veruliga tilrættis, og stýrdi verjuni við harðari rødd. Røddin hjá Trónda er heldur ikki heilt ókend í Føroyum, tí tá hann ikki gongur og rópar á vøllinum, hoyra vit hann varpa ítrótt út á Rás2.

 

Tróndur hevur leikt við felagnum síðani 2011, og hevur í hesum tíðarskeiði spælt 60 dystir og skotið 29 mál. Farna kappingarár bleiv tað til 17 dystir og 9 mál.