Tarbar sigarettfiltur

Jógvan Martin Joensen
Fjalsvegur 1
530 Fuglafjørður
??????????????????????

Tarbar sigarettfiltur kom fyrstu ferð til landið í oktober mánaða 2004.
Eftir at tað var komið, og áðrenn tað kom út í Handlarnar, bleiv fyrst sent eitt skriv til Fyribyrgingarráðið við fyrispurningi, um tað var loyvt at lýsa við hesum filtri. Svarið frá Fyribyrgingarráðnum var, at ikki var loyvt at lýsa við hesum av tí, at hettar kom undir somu kategori sum tubbaksvøra.
Undirritaði og sonurin Erling fóru síðani til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við prøvum av filtrun-um, fyri at vita, um nakað vandamikið var í material-inum t. v.s. í plastikkinum. Hetta bleiv so kannað, og fingu vit at vita, at teir einki kundu finna sum kundi hindra okkum í at selja hettar filtrið, men gjørdu samstundis vart við, at best var at spyrja Landsapotekaran.
Spurt varð síðani hjá Landsapotekaranum, íð somuleiðis fekk prøvar av filtrunun. Svarið kom nakrar dagar seinni, hvar íð hann segði, at einki var til hindurs fyri, at hettar filtrið kundi seljast í handlunum. Sostatt byrjaðu vit at selja sigarettfiltrini til handlar-nar, tó uttan at lýsa.
Ein dagin, tá undirritaði kom inn á Apotekið í Tórs-havn fyri at vita, um teir kanska kundu selja hesi filtur, fekst at vita, at teir høvdu ikki loyvi at lýsa við hesum.
Ein onnur dama sum arbeiðir á Apotekinum gjørdi tó vart við, at tey seldu líknandi filtur, sum høvdu sama endamál t.v.s. at minka um nikotin og tjøru, og tískil helt hon, at tað var løgið, at leiðslan av Apotekinum skuldi geva mær hettar svarið, og segði samstundis við meg, at eg burdi skrivað til Landsapotekaran fyri at kanna hettar fyribrigdið.
Hetta filtrið, íð Apotekið selur, stendur framvegis útstillað á hillunum, soleiðis at ein og hvør kann keypa tað. Einasti munur á tí filtri, ið Apotekið selur og tí, ið undirritaði selur, er at Tarbar er meira effektivt. t.v.s tekur meira Tjøru úr sigarettini, og tað, at tað er lættari at roykja um ein nýtir Tarbar, við tað at í Apoteksfiltrinum er bert eitt hol og í Tarbar eru 4 hol.
Ein og hvør veit, at tað sum Heðin Thomsen roynir at fáa framført við at forbjóða innflutningi og sølu av tubbaksvørum er absurd. Í staðin skuldi verið gingið eftir at fáa føroyingar at roykja sunnari, t.v.s. við at nýta Tarbar sigarett filtur.