American Pie- sjónleikarakvinnan, Tara Reid, skal giftast við ríka sjeikin, ið er týskur millióningur. Tara og millióningurin, Micheal Axtmann, hava verið par síðan maj 2009, og Micheal hevur nú fríggjað til sjónleikarakvinnuna.
Sambært Bang International, skrivaði ríkmaðurin eitt sms til vinfólk síni, har hann segði frá, at Tara hevði fingið ringin, og at hon var ótrúliga glað.
Brúdleypið verður sambært >>Bunte Online<< í Mexico seinni í ár, skrivar TV2 á heimasíðu sínari.